Tíðindi

Lærarafelagið undirskrivað nýggjan sáttmála

Sambært nýggja sáttmálanum hækkar lønin hjá limunum í Føroya Lærarafelag 2,3 prosent 1. oktober í fjør, og 2,5 prosent 1. oktober í ár.

25.01.2018

Aðrar broytingar og tillagingar eru eisini gjørdar. Eitt nú verður álitisfólkaskipanin dagførd, og akkersskipanin verður broytt soleiðis, at nýútbúni lærarin, sum er í starvi fyrsta árið, fær játtað 40 tímar, sum skulu brúkast til samstarv við akkerslærara, sum er vegleiðari hjá nýútbúna læraranum.

Starvsaldurin hjá teimum, ið hava setanarbrot minni enn 0,5 í skúlanum, men hava meiri enn hetta samanlagt við aðrari setan í forskúlanum ella fólkaskúlanum, verður tillagað til fullan starvsaldur.

Orðingar, sum viðvíkja lærara í barnsferð, verða tillagaðar, og avtalað er eisini í sambandi við kt-økið at endurskoða grein 4 í arbeiðstíðaravtaluni, sum viðvíkur kt-vørði. Herundir hvussu skipanin við akkordum skal verða broytt ella onnur skipan gjørd í staðin. Umframt er avtalað at viðgera markabýtið millum land og kommunur á kt-økinum. Partarnir eru samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan, og hon skal verða liðug 1. januar komandi ár við virknaði frá skúlaárinum 2019/2020.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skrivaðu undir nýggja sáttmálan í dag 25. januar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.