Tíðindi

Lærarafelagið setir sjóneykuna á harðskap og hóttanir framdur móti lærarum

- Á sama hátt sum skúlar hava tilbúgving, tá ið tað snýr seg um eldsbruna ella annað, so eiga allir skúlar at hava eina tilbúgving um harðskap og hóttanir. Uppritið, sum vit nú arbeiða við, leggur upp til nakrar mannagongdir um, hvussu harðskapur og hóttanir, ið verða framd móti lærarum, kunnu verða fyribyrgd, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

03.06.2019

Hóast siðvenja ikki hevur verið at skráseta tilburðir av harðskapi og hóttanum, sum næmingar fremja ímóti lærarum, so eru ábendingar um, at tilburðirnir av harðskapi og hóttanum vaksa í tali í fólkaskúlanum í Føroyum. Í Danmark vísir kanning, sum danska fakblaðið hjá lærarum hevur gjørt, at fjórði hvør lærari hevur verið fyri harðskapi ella hóttanum seinastu tólv mánaðirnar, og at hesir tilburðirnir koma serliga fyri í grunddeildini. Um støðan er líka ring í Føroyum, vita vit ikki, men kortini setir Føroya Lærarafelag sjóneykuna á henda trupulleikan, tí tað er neyðugt, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Eins og í Danmark eru flestu tilburðirnir av harðskapi og hóttanum, sum næmingar fremja móti lærarum, í grunddeildini, og tað eru tað fleiri grundir til. Skipanin hjá okkum er soleiðis, at tá ið næmingarnir koma í skúla, so vita vit lítið og einki um teir; vitanin, sum barnagarðurin hevur um barnið, fer ikki víðari til skúlan, har barnið fer at ganga, og tann stuðulin, sum summi børn hava fingið í barnagarði, flytur ikki við í skúlan. Tí møtir skúlin næmingunum sum næmingum flest, sum megna at ganga í skúla. Summir næmingar eru tó illa fyri og reagera við at vera harðligir, ikki tí at nøkur óndsinnað ætlan liggur aftan fyri reaktiónina, men tí teir ikki megna at reagera øðrvísi. Reaktiónin er mangan eitt neyðarróp. Sertilboðini, sum vit hava, taka ikki við fyrr enn barnið er komið í fjórða flokk, tí tað er vanliga ikki fyrr enn tá, at kanningarnar, sum eru gjørdar av barninum og atburðinum hjá tí, eru lidnar, og tað er greitt, at tað tørvar eitt sertilboð. Tí eru lærararnir í grunddeildini í serligum vanda at vera fyri harðskapi av næmingum, sum ikki megna skúlan.

Harðskapurin er ymiskur; tað kann vera eitt nú, at næmingurin loypur á læraran ella tveitir lutir eftir læraranum ella hinum næmingunum, ella ógvuslig róp og geyl.

- Skal næmingurin ikki gera skaða á seg sjálvan ella onnur, hevur lærarin mangan einki annað val enn at halda næminginum fast. Í flestu skúlum í Føroyum kunnu lærarar siga frá slíkum.

Í Danmark er tað soleiðis, at tilburðirnir av harðskapi og hóttanum eru vaksin nógv í tali, síðan vanligi fólkaskúlin fór at inkludera allar næmingar, sama hvønn sertørv teir hava. Um alt Danmark eru serskúlar lagdir niður. Í Føroyum hevur vanligi skúlin altíð inkluderað mestsum allar næmingar, og tí kunnu vit ikki samanbera gongdina.

- Eitt nýtt rák, sum vit hava sæð síðstu árini, er, at næmingar, sum brúka nógva tíð at spæla telduspøl, eftirlíkna rópini, sum eru í spølunum, í skúlanum. Vit hoyra rópini aftur í skúlanum, mangan ýl og ógvuslig róp.

Føroya Lærarafelag heldur, at evsti myndugleiki í skúlaverkinum, Mentamálaráðið, átti at tikið trupulleikan við harðskapi og hóttanum í álvara og gjørt eina tilbúgving, sum í fyrsta lagi fyribyrgir harðskapi, sum verður framdur móti lærarum, og í øðrum lagi traðkar til, tá ið lærarar eru fyri harðskapi. Henda tilbúgvingin er ikki til. Lærarafelag ætlar tó ikki at bíða eftir myndugleikunum. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi felagið eina vegleiðing um, hvat lærarar eiga at gera, tá ið teir eru fyri harðskapi. Henda vegleiðing verður nú endurskoðað og víðkað til eisini at fata um, hvussu harðskapur og hóttanir móti lærarum kunnu verða fyribyrgd.

- Á sama hátt sum skúlar hava tilbúgving, tá ið tað snýr seg um eldsbruna ella annað, so eiga allir skúlar at hava eina tilbúgving um harðskap og hóttanir. Uppritið, sum vit nú arbeiða við, leggur upp til nakrar mannagongdir um, hvussu harðskapur og hóttanir, ið verða framd móti lærarum, kunnu verða fyribyrgd. Vit hava kannað, hvat okkara grannalond gera hesum viðvíkjandi, og vit brúka íblástur frá teimum í okkara arbeiði. Skulu vit koma harðskapi og hóttanum móti lærarum til lívs, er tað sera umráðandi, at vit fáa eina felags fatan av hesum trupulleikanum, soleiðis at tað verður nágreinað, hvat kemur undir harðskap og hóttanir. Umframt er tað umráðandi, at leiðslan gongur á odda at fyribyrgja, at hon skrásetir tilburðirnar, at hon fylgir við í, hvat verður gjørt, soleiðis at tað ikki hendir aftur, at lærarin veit, hvat kann skal og kann gera, tá ið harðskapur verður framdur, at skúlin veit, hvat eigur at verða gjørt í mun til næmingin og heimið, hvør hjálp verður veitt næminginum og so framvegis.

Uppritið, sum Lærarafelagið arbeiðir við, er komið væl áleiðis, og væntandi verður tað liðugt fyri summarsteðg.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni