Tíðindi

Lærarafelagið kjósar skúla, sum arbeiðir til frama fyri veðurlagnum

Fyrsta veðurlagsvirðislønin av sínum slag verður handað á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 2. mai. Vinnandi skúlin fær 25.000 krónur.

05.03.2020

Lærarafelagið hevur í eina tíð arbeitt við at skipa eina árliga veðurlagsvirðisløn. Virðislønin verður latin einum skúla, sum hevur stuðlað børnum og ungum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum og veðurlagsloysnum; tað kann vera ein skúli, ein flokkur ella ein bólkur av næmingum, sum hevur arbeitt veðurlagsavbjóðingunum.

Endamálið við virðislønini er at eggjað børnum og ungum at arbeiða við burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum; hon er ætlað at eggja skúlum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Eitt endamál er eisini, at virðislønin skal skapa uppmerksemi um veðurlagsavbjóðingar- og loysnir í øllum samfelagnum sum heild.

Lærarafelagið vil, at føroysk útbúgving í størri mun skal leggja dent á kunnleikan um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar, so at børn og ung fáa øktan kunnleika og verða meiri tilvitað um hesar avbjóðingarnar. Læra um burðardygga menning er tí eitt øki, ið Lærarafelagið vil varpa ljós á. Virðislønin skal eggja skúlum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Virðislønin skal vera til frama fyri útbúgving í burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum. Endamálið er, at virðislønin skal skapa uppmerksemi um veðurlagsavbjóðingar- og loysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag.

Stigtakari til virðislønina er Føroya Lærarafelag, men saman við felagnum at velja út millum verkætlanirnar og uppskot, sum koma inn, verða Betri og Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag. Dómsnevnd verður mannað við trimum fólkum umboðandi Lærarafelagið, Betri og FNU. Umboð Føroya Lærarafelags er formaður í dómsnevndini. Skrivari Føroya Lærarafelags er skrivari í dómsnevndini.

Sambært viðtøkunum, sum Lærarafelagið hevur gjørt í sambandi við veðurlagsvirðislønina, kunnu allir fólkaskúlar og frískúlar senda uppskot inn til Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Umsøkjarar úr øllum málbólkum hava eins stóran møguleika at vinna. Veðurlagsvirðislønin verður latin einum skúla, har allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur hevur arbeitt við veðurlagsavbjóðingum. Umsóknin skal í mesta lagi fylla eina síðu, men tað ber til at skoyta uppí stutt viðfesti við týðandi skjalfestingum ella uttanhýsis viðmæli.

Umsóknin skal hava:

Eina grundgeving fyri uppskotinum. Umsøkjarin má greiða frá, hvussu viðkomandi hevur arbeitt við veðurlagsavbjóðingum og/ella loysnum í mun til treytirnar í viðtøkunum fyri virðislønina.
Skjøl ella leinki til neyvari lýsingar. Tað kann til dømis vera blaðgreinir, ein stutt frágreiðing ella ársfrágreiðing frá arbeiðinum.

Navn og bústaður hjá viðkomandi, ið verður skotin upp til virðislønina.

Telefonnummar og teldubústaður hjá einum kontaktpersóni í skúlanum.

Um umsóknin verður send inn av øðrum enn viðkomandi sjálvum, skal umsóknin eisini hava navnið, telefonnummarið og teldubústaðin hjá tí, ið søkir.

Spurningar viðvíkjandi veðurlagsvirðislønini kunnu sendast til Føroya Lærarafelag lararaf@lararafelag.fo. Umsóknin verður send til lararaf@lararafelag.fo.

Krøv

Virðislønin verður latin einum skúla, ið hevur eggjað børnum og ungum til at arbeiða við og ogna sær vitan og kunnleika um veðurlagsavbjóðingar og veðulagsloysnir. Vinnarin má hava lokið minst eitt av hesum krøvum:

Skarað framúr í arbeiðnum við útbúgving í burðardyggari menning.
Verið virkin í at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Loysnirnar kunnu vera staðbundnar og til dømis snúgva seg um orkunýtslu, burturkast nýtslu, keyp og flutning.
Fingið burðardygga menning við í arbeiðið á skúlanum.

Vinnarin fær 25.000 krónur. Harafturat fær vinnarin eitt heiðursbræv. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Íblástur til veðurlagsvirðislønina kemur úr Noregi. Norska lærarafelagið hevur í fleiri ár kosið og heiðrað skúlum og næmingum, sum hava hugsað nýskapandi burðardyggar loysnir, veðurlagnum at frama.

Leinki: https://www.utdanningsforbundet.no/om-utdanningsforbundet/priser/utdanningsforbundets-klimapris/

Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum fer at bera til at lesa meiri um veðurlagsvirðislønina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni