Tíðindi

Lærarafelagið einki hoyrt frá MMR viðvíkjandi kt-økinum

Tá ið semjan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið varð undirskrivað í januar í ár, vóru partarnir samdir um at endurskoða arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-økinum, og at hetta arbeiðið skal verða liðug áðrenn árslok í ár

11.10.2018

Í semjuni stendur, at partarnir eru samdir um at endurskoða grein 4 í ískoytinum til arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-vørði, herundir hvussu skipanin við akkordum skal verða broytt, ella onnur skipan gjørd í staðin, umframt at viðgera markabýtið millum land og kommunur á kt-økinum. Partarnir vóru eisini samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan. Endurskoðanin skal verða liðug til 1. januar í 2019 við virknaði frá skúlaárinum 2019/20, verður sagt.

Nú eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og Lærarafelagið hevur einki frætt úr Mentamálaráðnum hesum viðvíkjandi.

- Tað hevur alla tíðina verið okkara fatan, at kommunurnar ikki glaðbeintar fara at rinda fyri røkt av teldum, soleiðis sum Mentamálaráðið vil, tí tær eru frammanundan illa royndar av landsins myndugleikum, m.a. í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum. Mentamálaráðið hevur sett sum treyt fyri at byrja nýggja telduvarðaútbúgving, at ein avtala verður gjørd við kommunurnar um at rinda sín part av rakstrinum av kt-útbúnaðinum í fólkaskúlanum. Ein útreiðsla, sum Mentamálaráðið higartil hevur rindað allan kostnaðin av. Tað er sera óheppið, at útbúgving av kt-vørðum er tikin sum gísli í hesum spurninginum. Ein træta um markabýtið hevur, sum so, einki við undirvísingina í fólkaskúlanum at gera. Hetta er órímiligt, og verður brúkt sum ein umbering fyri einki at gera; tað er ábyrgdarleyst, at eitt so víðfevnt øki sum kt verður gíslatikið av hesi trætuni. Orsøkin til, at felagið tók undir við orðingini um kt-økið í semjuni, var tí, at vit hald,a at ein endurskoðan av kt-økinum er neyðug. Hinvegin halda vit, at spurningurin um makamót ikki átti at verið partur av semjuni. Hetta var tó tað frægasta, vit kundu koma ásamt um, tí onnur uppskot, sum Mentamalaráðið legði fram, vóru heilt burtur við.

- Í Mentamálaráðnum tosa tey sum um røkt av kt-útgerðini í fólkaskúlanum er ein sjálvstøðugur partur, sum kann skiljast frá kt-økinum annars. Hetta er lutvíst satt, men bara lutvíst. Tankin í Mentamálaráðnum um at útveita røktina av kt-økinum kann í ringasta føri verða stórt bakkast fyri fólkaskúlan.

- Tað er av alstórum týdningi, at kt-vørður er á skúlanum, og at kt-vørðurin er tøkur tað mesta av tíðini. Í undirvísingarhøpi er tað umráðandi, at útgerðin alla tíðina virkar, annars fer undirvísingartíð fyri skeyti. Kt-vørðurin má taka sær av dagligu tøkniligu avbjóðingum, men eisini leggja næmingum og lærarum lag á. Tað hevur verið ført fram, at kt-vørðir brúka tað mesta av tíðini til tøkni og minni til undirvísing. Um so er, so er ein frágreiðing, at tíðin, sum kt-vørðurin fær til arbeiðið, er avmarkað, og tá kann koma fyri, at stórur partur av tíðini verður brúkt til røkt. Fyrst og fremst má útgerðin rigga.

- Annað er so, at vit langt síðan áttu at havt útbúgvingar, sum løgdu dent á kt-nýtslu í undirvísingarhøpi. Tað eru 20 ár síðan, at seinastu kt-vørðirnir vóru útbúnir. Og sum kunnugt er mangt hent síðan tá, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.  

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni