Tíðindi

Læraraarbeiðslív 2017

Nógvir lærarar uppliva, at almenna dannilsið er undir trýsti orsakað av vaksandi denti á at røkka hægri fakligum málum. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

02.08.2017

“Lærer arbejdsliv 2017” er heiti á nýggjari kanning sum Danmarks Lærerforening hevur latið gjørt. Undirheitið er “betydende faktorer for lærernes arbejdsliv”. Í kanningini verður tikið støði í fýra opnum spurningum. Fyrsti spurningurin er: “hvat er tað góða við at vera lærari?”

Høvuðsniðurstøðan í kanningini er, at tað er fakliga og sosiala menningin hjá næmingunum, sum lærarar meta er tann týdningarmesti tátturin í einum góðum læraraarbeiðslívi.
Nógvir lærarar uppliva, at almenna dannilsið er undir trýsti orsakað av vaksandi denti á at røkka hægri fakligum málum. Samstundis fyllir grundleggjandi uppaling meira og meira.

Næmingar hava ilt við at síggja seg sum partur av einum felagsskapi sum ein flokkur er, og foreldur hava trupult við at síggja útbúgving sum nakað, sum fer fram í einum felagsskapi við ymiskum tørvi og møguleikum.

Foreldur seta størri krøv. Krøvini og væntanirnar hjá foreldrunum eru sum heild høg, og tað er einvíst fokus á teirra barn heldur enn samlaða flokkin. Tað er ósamsvar millum væntanirnar hjá foreldrum og lærarum til samstarvið millum heim og skúla og hvønn leiklut skúlin skal hava í uppalingini av barninum.

Somuleiðis halda lærarar, at verkligu karmarnir skapa “standardvørur” í undirvísingini. Lærarar halda ikki, at karmarnir stuðla undir at fremja góða undirvísing. Fyrst og fremst er fyrireikingartíðin ikki nøktandi, og tí er ikki nóg góðar stundir at tillaga undirvísingina til fjølbroytni í flokkinum.

Valdsgerðin, sum donsku lærararnir vóru fyri í 2013, hevur sett djúp spor. Sum kunnugt endaði verkbannið móti donsku lærarunum aftan á 25 dagar í apríl 2013 við, at arbeiðstíðaravtalan var avtikin við lóg. Tað er staðfest, at avtøkan av arbeiðstíðaravtaluni var ein fortreyt fyri nýgga skúlabygnaðinum, sum var settur í verk í august í 2014, og tað hevur ikki bøtt sum støðuna. Lærarar uppliva sum heild manglandi álit og virðismeting av sínum arbeiði.

Broytingarnar hava verið umfatandi og ógvisligar, og lærarar vilja hava frið at hugsavna seg um undirvísingina heldur enn alla tíðina at tillaga seg til uttanhýsis ásetingar.

T.d. fingu lærarar við lóg ásetta fastar arbeiðstíðir. Og tað hevur bæði fyrimunir og vansar. Nakrir lærarar halda tað er gott at hava frí eftir arbeiðstíð, meðan aðrir lærarar vilja hava steðg millum undirvísing og fyrireiking. Ábendingar eru um, at skipanin virkar best í kommununum, har lokalar og meira fleksiblar arbeiðstíðar avtalur eru gjørdar.

Lærarar sakna týðiligari leiðslu, sum er viðurkennandi og verjir lærarar, m.a. móti ágangi frá foreldrum. Hinvegin er stórt samanhald millum starvsfelagar, og toymissamstarv hava stóran týdning bæði fyri fakligu og persónligu menningina.

Kanningin er at finna á heimasíðuni dlf.org


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.