Tíðindi

Læra meiri í støddfrøðitímunum við likamligum virkni

Næmingar, sum sleppa at vera likamliga virknir part av tímunum, ið annars snúgva seg um ástøði, verða meiri árvaknir, minnast betur og gerast meiri sosialir. Hetta sæst serliga í støddfrøði

29.09.2017

Tað er samanhangur millum, hvussu væl næmingar orka, hvat teir skilja, og hvørji úrslit teir fáa í landsroyndum í støddfrøði. Tað vísa fyribilsúrslitini í arbeiði, sum Silje Eikanger Kvaløs ger, í sambandi við doktararitgerð sína við Universitetið í Stavanger. Hon hevur kannað, hvønn mun tað ger at hava likamligt virkni, tá ið annað er enn ítróttur er á skránni. Níggju skúlar vóru við í verkætlanini; fimm teirra høvdu likamligt virkni á skránni, fýra høvdu ikki.

Tað kom óvart á granskararnar, at teir einki samband funnu millum likamligt virkni og lesing og enskt.

- Tað sær út til, at likamligt virkni broytir fatanina á ein hátt, sum er gagnlig fyri støddfrøðiførleikarnar hjá barninum, sigur Kvalø.

- Tá ið vit eru likamliga virkin, hendir ymiskt í heilanum, sum hevur týdning fyri fatanina, millum annað streymar blóð til heilan, og talið á nervakyknum í heilanum økist. Tað verða fleiri sambond millum heimakyknurnar, greiðir hon frá.

Minkandi uppmerksemi

Ein amerikonsk kanning frá 2011 vísir, at 83 prosent av næmingunum eru árvaknir í fakinum í byrjanini á tímanum, tá ið ástøði er á skránni. Síðan dalar uppmerksemið, og síðst í tímanum er tað niðri á 72 prosent í miðal. Verður tímin hinvegin býttur sundur við likamligum virkni á skránni, tað vil siga likamligt virkni í einum tíma, sum annars snýr seg um ástøði, verður uppmerksemið ikki bara størri í byrjanini av tímanum (86 prosent). Uppmerksemið økist eisini, so hvørt tímin líður og endar á 89 prosentum í miðal.

Virksemi
Skúlarnir, sum Kvalø kannaði, byrjaðu við virksemi í skúlagarðinum, tá ið støddfrøði, samfelagsfrøði og aðrar ástøðilærugreinir stóðu á tímatalvuni. Umframt var av og á skipað fyri ymsum virksemi við dansi og tónleiki inni. Næmingarnir fingu eisini 10 minuttir í skúlatingum við kropsvenjingum hvønn dag.

Virksemið kundi vera stavistafett við enskum orðum, scrabble-stafett ella spæl við tølum í skúlagarðinum. Eftir eina tíð vóru næmingarnir kannaðir fyri uppmerksemi, arbeiðsminni og hvussu lætt teir tillagaðu seg lærustøðuna. Kanningar vóru eisini gjørdar av, hvussu nógv næmingarnir runnu og gingu, næmingarnir gingu við fetteljara, og tey fyltu út spurnabløð. Umframt vóru samrøður við næmingarnar, og teir vóru mátaðir og vigaðir av heilsufrøðingi. Foreldur fyltu eisini út spurnabløð.

Hetta er eitt lutfalsliga nýtt granskingarøki, og meginparturin av granskingini higartil hevur snúð seg um, hvussu likamligt virkni ávirkar heilan. Granskingin hjá Silje Kvaløs vísir, at likamligt virkni eisini hevur sálarfrøðiliga og sosiala ávirkan, sum kann føra til, at vit avrika fakliga betur.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.