Tíðindi

Lær teg teknmál

Í løtuni bjóðar TEKNA skeið í teknmáli

13.08.2021

TEKNA er nýtt íverksetarafelag, ið veitir frálæru í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi.

Undirvísarar eru Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, ið báðar hava læraraútbúgving og útbúgving sum teknmálstulkar. 

Í løtuni bjóðar TEKNA skeið í teknmáli, sum byrjar í september, og skeið í tekn til talu, ið byrjar í oktober. Á skeiðnum lærir tú alt grundleggjandi, sum tú mást vita fyri at duga teknmál. Undirvísingin er fjølbroytt, og skift verður millum framløgur, teori og venjingar.

Skeiðini verða hildin í Deyvahúsinum í Havn. 

Tilmelding á teknmalsundirvising@gmail.com ella á facebooksíðuni hjá TEKNA. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.