Bloggur


Loksins er løtan komin!

Jógvan Vest, læraralesandi á fyrsta ári á Námsvísindadeildini, bloggar

9. juni 2016

Vit eru nú farin undir okkara fyrsta starvslæruskeið, har summi av okkum av fyrstan tíð fáa eina fatan av, hvat lærarastarvið hevur við sær. Hetta kann verða eitt slóðbrótandi og læruríkt skeið fyri nógv av okkum. Vit hava nú gingið í skúla í nærum eitt heilt ár, og enn hava vit ikki havt møguleikan at vita, um vit veruliga eru egnað til lærarastarvið. Tað at vera lærari er ikki einans nakað, ið lærast kann á einum skúlabonki, men tað er nakað, ið veruliga má roynast, áðrenn ein dugir at gera upp við seg sjálvan, um tað veruliga er tað, ið ein vil.

Skjótt lærir tú, at um tú ikki er væl fyrireikaður, so merkja børnini tað, og so er tað torført at eggja teimum til at arbeiða. Tá tú stendur framman fyri børnunum við tínum nýggja heiti sum lærari, so er tað sum um ein neisti kveikist í tær, og tú vil veruliga gera nakað fyri, at øll hesi børnini fara heim aftur við nýggjari vitan í skjáttuni. Hesa kensluna veit eg sjálvandi ikki, um øll hava, men eg kann siga frá egnum royndum, at tað er nakað, ið veruliga borgar fyri, at tú fremur í verki títt ídnasta hvønn dag, har yvirskipaðu málini eru læring og dannilsi.

Hvat nú, um onkur av mínum floksfeløgum nústani hevur funnið útav, at hetta ikki er ein gongd leið fyri tey? Hava tey so brúkt eitt heilt ár av teirra lívi við at fáast við nakað, ið tey slett ikki eru egnað til, ella ikki eru áhugað í? Ella hvat við teimum, ið longu eru givin? Hevði tað møguliga fingið tey at endurumhugsa sína støðu, um tey fingu seg roynd í eini skúlastovu fyrr í skúlaárinum?

Alt hetta eru sjálvandi spurningar, ið kunnu setast, men tað skerst ikki burtur, at tað er ógvuliga mennandi og gevandi fyri okkum framtíðarlærarar, at vit sleppa út á feltið at royna okkum, og gera okkum okkara egnu royndir, ið kunnu viðvirka til, at vit gera okkara allar besta í strembanini eftir læraraheitinum.

Nú vit eru við at røkka endanum á fyrsta árinum, so kunnu vit gleðast um, at vit komandi ár fara at hava fleiri starvslæruskeið, har vit – við undanfarnu starvslæru í huga – kunnu gera okkum enn betri før fyri at leiða flokkin, ið vit skulu út til. Misskil meg rætt; vit hava fyrireikað okkum væl, men tað er altíð gott, at hava fleiri skeið, har tú kann eftirmeta undanfarna skeið, so tú er enn betri fyri at leggja komandi skeið til rættis.

Okkara starvslæruskeið var frá 23.05.16. – 03.06.16. Sólin hevði hug at skína hvønn tann einasta dag, vit vóru har, og tey flestu av børnunum vóru longu mentalt farin í summarferiu, men tó vóru børnini ógvuliga áhugað í, at tað komu fýra ungir menn av Læraraskúlanum at taka sær av teimum.

Nú vit eru farnir, eru bert tær skemafríu vikurnar eftir hjá teimum, og so fáa bæði næmingar, lærarar og læraralesandi eina hart tiltrongda summarferiu.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.