Tíðindi

Listin lýsir lív og søgu

Sært tú ein málning av einum troldekki til dømis, sært tú eisini alt tað, sum er lívið og søgan um sjólívið, og hugmyndin sveimar heim til tað samfelag, tú ert farin úr og fert heimaftur til

24.11.2017

Solveig Hanusardóttir Olsen er savns- og umsjónarfólk á Listasavni Føroya í Gundadali í Havn. Hon sigur, at skúlar kunnu brúka listasavnið upp á alskyns mátar.

- Eg haldi eisini, at tað kann vera gagnligt í undirvísingini, tí næmingarnir koma úr sjálvari skúlastovuni í eitt heilt annað umhvørvi og fáa soleiðis eina sera áhugaverda vitan alt eftir, hvørjum flokki næmingurin gongur í, og hvørjum faki hann verður undirvístur í.

Heilir flokkar úr eitt nú barnagørðum fara á Listasavnið og fáa eitt gott samband við umhvørvið har.

- Tey ganga runt her og síggja tær ymisku myndirnar, tey fara inn í Bládýpið hjá Tróndi Patursson, ja, bara tann upplivingin at fara inn hagar – tað at føla og síggja óendaliga niður og óendaliga upp, tað er nakað børnini minnast fyri lívið, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Endamálið við vitjanini á Listasavninum er at knýta eitt gott samband millum skúla og Listasavnið, og at tað ikki bara er eitt stað, sum børnini kanska síggja eina løtu saman við foreldrunum á ólavsøku og so ikki tíma at vera har.

Eitt nú koma skúlaflokkarnir úr 1. til 3. flokk á Listasavnið og ganga runt í húsinum í ein hálvan tíma og fáa holla frágreiðing um tað, tey síggja, og hvat tað er, tey fáa at vita av søgu um tey ymsu listaverkini.

Børn úr 4. til 6. flokk kunnu saktans vera á savninum í trý korter, og so frá 7. til 10. flokk koma tey tíðum við einum ávísum evni at røða um. Tey hava til dømis myndagreining, tey skriva stíl um myndir. Tey greina, hvussu tey viðgera eina mynd, ella hvussu ein mynd verður lýst og greinað. Tey stimbra sína almennu vitan.

- Mann átti at kent "Jarðarferðina" hjá Mikines, mann átti at kent sjálvsmyndirnar hjá Ruth Smith, mann átti at kent myndirnar hjá Edward Fuglø og Ingálvi av Reyni og tað nýggja eisini, so mann fær eitt víðfevnt yvirlit yvir føroyska list, sigur Solveig.

Hetta heldur hon er rætt og slætt almenn vitan. Hetta eiga mentað fólk at taka til sín og vita um og gera tað upp ein á stuttligan og uppbyggjandi máta.

Solveig sigur, at søgan um listafólkini bergtekur skúlanæmingar, tí søgan lýsir alt umhvørvið, sum listafólkini livdu og liva í. Eitt er listin og eitt er søgan. Eitt er, hvat mann analyserar á sjálvum løriftinum, og eitt er frásøgnin um alt tað, sum er rundan um listeverkið.

- Eg plagi at tosa um trý stig í eini myndagreining, eitt er rætt og slætt ordiliga basic, hvat er tað, sum vit síggja. Vit kunnu til dømis standa við eina mynd hjá Ruth Smith av Nesi í Vági. Vit síggja landslag, vit síggja hús, veðrið er gott, sólin skínur, og himmalin er bláur. Vit tosa um kompositión, litir, vinklar. Tað triðja er sjálv søgan um, at Ruth Smith búði á Nesi, søgan frá hennara samtíð, um hvussu søgan og samtíðin hava ávirkað hennara lív.

Tá ið mann fer undir søguna hjá Mikinesi um eina jarðarferð, um grindadrápsmyndina hjá honum á Listasavninum, ella at greiða frá einum trolaradekki og týdningin av fiskiskapi á lívsleiðini hjá Ingálvi av Reyni, tá eru børnini veruliga hugtikin. Tey minnast allar søgurnar væl og duga at seta tær í eitt størri høpi.

- Eg plagi at siga við børnini: "Ímyndið tykkum, at vit kalla Føroyar ein útjaðara, men Suðuroyggin er eisini ein útjaðari, og Nes í Vági er ein útjaðari í einum útjaðara í einum útjaðara. Yvirhøvur tað at hava verið ein listakvinna sum Ruth Smith hevur yvirhøvur ikki verið partur av tilvitanini."

Hvar hoyrir tað heima, spyr Solveig. Altso kvinnur, tær skulu jú taka sær av familjuni, taka sær av heiminum, syrgja fyri, at køksgardinurnar eru skiftar. Soleiðis var hugburðurin tá.

Listin og listaverkini hugtaka í mongum lívsins viðurskiftum. Verkini hjá Sigrun Gunnarsdóttir lýsa gerandisdagin hjá kvinnuni verðsliga og í religiøsum høpi, og so er ikki at gloyma listaverk, ið lýsa eitt nú seksuella misnýtslu. Grønlendski-danski listamaðurin Gukki Nuka hevði framsýning sína "Rivur í sálini" í Listaskálanum frá 1. september til 5. november í ár.

- Tað er torført at fáa politikarnar til at lurta, segði Gukki við Dimmalætting. - Teir hugsa nokk ov fýrakantað. Listin, tað at umrøða trupulleikan, og upplýsing um evnið skulu til, um tingini skulu blíva betri. Um mann kann hjálpa bara einum manni, so hevur hetta verið arbeiðið vert, segði Gukki Nuka, sum eisini nam við, at Listasavnið kannar møguleikarnar fyri at skipa fyri undirvísing í føroyskum skúlum í hesum sambandi.

Tað var um hetta mundið, at næstan 300 skúlanæmingar vóru í Listaskálanum og sóu, lósu og hoyrdu søguna í listini um seksuelt misbrúk.

Myndin:

Solveig Hanusardóttir Olsen er savns- og umsjónarfólk á Listasavni Føroya í Gundadali í Havn. Hon sigur, at skúlar kunnu brúka listasavnið upp á alskyns mátar. - Eg haldi, at tað kann vera gagnligt í undirvísingini, tí næmingarnir koma úr sjálvari skúlastovuni í eitt heilt annað umhvørvi og fáa soleiðis eina sera áhugaverda vitan um listina

Tekstur og mynd: Sonne Smith

  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.