Leys størv

Leys størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2023/24

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023 
 
3 lærarar í fast starv. 
1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 vegna farloyvi 
1-2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2023/24 vegna lækkað tímatal, serligan tørv, undirvísing í føroyskum sum annaðmál og avlopstímar.  
2 námsfrøðingum í tíðaravmarkað størv. Annað starvið hevur lønarbrøk 0,7 og annað 0,5. 
Eisini tørvar skúlanum 1-2 fastar vikarar til skiftandi tímatal og skiftandi lærugreinar. 
 
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum: 
- eru samstarvs- og virkisfús,  
- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við  
- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur  
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.  
- duga væl at samstarva. 

- Hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði

Førleikakrøv - lærarar 
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. 
Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í hesum lærugreinum: tónleiki, støddfrøði, alis- og evnafrøði, ítrótti, donskum, føroyskum. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.

Lønar- og setanartreytir - lærarastørv 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2023.  

Førleikakrøv - námsfrøðingar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Lønar- og setanartreytir - námsfrøðingar 

Størvini sum námsfrøðingar eru sáttmálasett, og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. 
 
Umsóknir  
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 29. mai 2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til: 
 
Eysturskúlin 
Tórgarðsgøta 17 
FO 100 Tórshavn  
Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Merkt: umsókn lærari ella námsfrøðingur

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755 
 
Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2023/24 umleið 570 næmingar í 1.-10.flokki. 
Í skúlanum arbeiða 65-70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar. 

Vit leggja vit dent á: 
At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum 
At arbeiða innovativt, og at yvirskriftin til alt okkara virksemi er: Hug at læra. 
At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi.  
At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.