Tíðindi

Leygardagin er aðalfundur í Lærarafelagnum

Á skránni er eitt nú val til nevndina og handan av Veðurlagsvirðislønini

05.05.2021

Aðalfundurin byrjar klokkan 10.00, og fyrst á skránni eru røður; ta fyrru hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, og ta seinnu hevur Jákup Reinert Hansen, Ph.d. lektari í kirkjusøgu á Søgu og samfelagsdeildini. Síðan verður vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags kosin. Í fjør var virðislønin latin fyrstu ferð, og tá var tað Eysturskúlanum í Havn, ið fekk virðislønina fyri m.a. at hava latið næmingarnar velta egið grønmeti.

Seinnapartin er regluligi aðalfundur sambært viðtøkunum; á skránni er eitt nú val til nevndina og viðtøkubroytingar, so at læraralesandi kunnu gerast limir í felagnum á fyrsta lestrarárið. Tey, sum standa fyri vali hesaferð, eru Jona Højsted og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Jona Højsted, sum er kassameistari í felagnum, stillar upp aftur, meðan Carl Eli N. Samuelsen, nevndarlimur, takkar fyri seg. Tey, sum stilla upp til nevndina, eru sostatt: Jona Højsted, kassameistari og lærari á Skúlatrøð, Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum.

Umframt er árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum 8. mai klokkan 10.

Á myndini er nevndin í Føroya Lærarafelag. Frá vinstru Carl Eli N. Samuelsen, Jona Højsted, Jacob Eli S. Olsen, Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil. Mynd: Ólavur Frederiksen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.