Tíðindi

Lestrarvegleiðingin verður endurskoðað

- Verða samstarvsøki skipað, so ivist eg ikki í, at førleikarnir hjá lestrarvegleiðarunum verða gagnnýttir betur, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

30.10.2017

Lestrarvegleiðararnir eftirlýsa eina greiða og ítøkiliga námsætlan; umframt vilja teir hava, at kunngerðin um lestrarvegleiðing verður endurskoðað og gjørd ítøkiligari, og ikki minst, so vilja teir hava nógv fleiri tímar til lestrarvegleiðing og undirvísingartilfar í vegleiðing á føroyskum; tað kemur eitt nú fram í samrøðu við forkvinnuna í Vegleiðarafelag Føroya í Skúlablaðnum fyrr í ár. Økið verður endurskoðað, sigur landsstýriskvinnan við skúlamálum.

- Í kjalarvørrinum av, at vit hava skipað eina útbúgving fyri lestrarvegleiðarar, og at teir nú eru lidnir og farnir til verka, so eru vit í Mentamálaráðnum í holt við at endurskoða økið. Vit eiga at skipa lestrarvegleiðingina í øllum skúlaverkinum, eisini vegleiðingina av vaksnum fólki, betur og øðrvísi. Tað er nógv spennandi komið burturúr, nú vit hava fingið nógvar útbúnar lestrarvegleiðarar; teir hava nógv hugskot, og tað hevur týdning at lurta eftir teimum, tí tey eru serfrøðingar á økinum. Tað hevur so ógvuliga stóran týdning, at okkara ungu verða vegleidd, soleiðis at tey fáa gagnnýtt sínar førleikar, sigur Rigmor Dam.

Skal vegleiðingin muna og røkka so nógvum næmingum sum til ber, so mugu nógv fleiri tímar til, hevur forkvinnan í Vegleiðarafelag Føroya víst á. Í samrøðu við Skúlablaðið sigur hon, at býta vit tíðina, sum er sett av til vegleiðing, út á næmingarnar, sum sambært kunngerð hava rætt til vegleiðing, fáa teir tríggjar fjórðingar av einum minutti, ella 46 sekund, í part um vikuna, har teir kunnu sita andlit til andlits við ein vegleiðara og tosa um ymisk viðurskifti innan skúlalív og

framtíðina. Og tað er mangan brúk fyri at tosa andlit til andlits við næmingar, sigur forkvinnan, tí teir eru sera ymiskir og hava ymiskar fortreytir og ymisk ynski og mál.

- Vegleiðararnir fáa niðurskurð í arbeiðstíðini sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Eg eri greið yvir, at teir halda, at tað er ov lítið, men hetta er galdandi tímatal, sum partarnir hava møguleika at viðgera í sambandi við lønarsamráðingar. Í sambandi við, at vit vilja hava vegleiðingina til at fata um yngri næmingar eisini, so eiga vit at umrøða spurningin, um tað ikki er skilabetri at skipa vegleiðing úti í økinum, soleiðis at vit hava eina vegleiðing til hvørt skúlaøki. Á henda hátt fáa vit skikkað starvsfólk at taka sær av allari vegleiðingini, og teirra fakkunnleiki verður gagnnýttur betur til gagns fyri fleiri næmingar. Eg síggi fyri mær, at vegleiðararnir eru á einum stað og ferðast út í skúlarnar í økinum, soleiðis øll fáa vegleiðing. Í løtuni er ógvuliga misjavnt, hvussu skúlarnir eru fyri viðvíkjandi lestrarvegleiðing; summa staðni eru fleiri, men onkra staðni er eingin lestrarvegleiðari, og tað er serliga uttan fyri miðstaðarøkið.

Lestrarvegleiðarar vísa á góðu royndirnar í Noregi, har lestrarvegleiðingin er bygd inn í vanligu undirvísingina øll skúlaárini. Sostatt hava allir lærarar ábyrgdina og uppgávuna at lestrarvegleiða næmingar; lestrarvegleiðararnir hava yvirskipaðu ábyrgdina.

- Tað er møguligt, at tað ber til hjá okkum eisini, men nú hava vit útbúgvið fólk, og teir kunnu ikki koma inn í allar tímar.

Álit um lestrarvegleiðing verður skrivað í samráð við fólk í yrkinum. Landsstýriskvinnan dugir ikki at siga í løtuni, nær arbeiðið verður liðugt. Í sambandi við at økið verður endurskoðað, verður eisini hugt nærri at brúgvabyggingini millum fólkaskúla og miðnám, sigur landsstýriskvinnan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.