Tíðindi

Lesið fyri børnum

Lesing og málmenning hanga neyvt saman, og tí hevur Bókadeildin tikið stig til at varpa ljós á týdningin av, at foreldur lesa fyri og við børnum

24.08.2017

Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á málsligu menningina hjá børnum. Orsøkin er millum annað, at lærarar rópa varskó, tí alt fleiri børn duga betur enskt og danskt enn móðurmálið. Tað, at duga sítt egna móðurmál, er grundleggjandi, tí málið er miðilin at kunna seta orð á sínar tankar, kenslur og ynski og soleiðis at hava ávirkan á sítt egna lív.
 
Lesing og málmenning hanga neyvt saman, og tí hevur Bókadeildin tikið stig til at varpa ljós á týdningin av, at foreldur lesa fyri og við børnum. Vit bjóða tí skúlum ókeypis fyrilestrar fyri foreldrum, hvørs børn júst eru farin í fyrsta flokk. Fyrilesturin tekur umleið 40 minuttir og er tí væl egnaður sum partur av fyrsta felags foreldrafundinum, sum hildin verður í flokkinum.
 
Innihald
Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 
Hvør
Gitte Klein hevur fyrilestrarnar. Hon er útbúgvin lærari og Master of Positive Psychology, eins og hon lesur sálarfrøði við Århus Universitet. Gitte hevur í fleiri ár arbeitt við lesimenning.
 
Um tit ynska, at vit koma á tykkara skúla at hava fyrilestur, kunnu tit seta tykkum í samband við Gitte Klein, á tel: 730 730 ella senda ein teldupost til grit@grit.fo
 
Av tí at flestu skúlar hava felags foreldrafundir í september, er at skunda sær, ynskja tit vitjan.
 
Ein barndómur uttan bøkur, er eingin barndómur.
Tað er sum at verða útihýst
frá tí gandaða landinum, har tann sjáldsama gleðin finnist.
Astrid Lindgren

Vinarliga,
 
Bókadeild Føroya Lærarafelags
og Gitte Klein
www.grit.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.