Tíðindi

Lesivikur kunnu gera mun hjá næmingum, sum lesa lítið

Tað er ringt at máta og siga, hvussu nógv ein lesivika flytur næmingin í lesimenningini, men eg haldi, at vit kunnu siga, at summir næmingar, sum lesa lítið og einki, fáa eitt skump rætta vegin. Tað sigur Jacoba Lervig, lærari

29.11.2021

Í Eysturskúlanum í Havn er lesivika á skránni tvær ella tríggjar ferðir um árið. Hesar vikurnar kunnu gera stóran mun í lesimenningini hjá summum næmingum, heldur Jacoba Lervig, lærari í føroyskum. Lesivikurnar eru ymiskar og leggja dent á ymisk tekstasløg; ein kann leggja dent á føroyskar fagurbókmentir, ein onnur á fagurbókmentir á fleiri málum og ein onnur á yrkisbókmentir. Tá ið lesivika er, byrjar dagurin við, at næmingarnir lesa ein heilan tíma.

- Vit eftirmeta ikki neyvt, hvat næmingarnir fáa burturúr, men vit tosa við teir um, hvat teir halda, at teir hava fingið burturúr. Onkur hevur kanska okkurt upplegg, í øllum førum royna vit at fáa teir at siga okkurt um, hvat teir halda um júst tað tekstaslagið, teir hava lisið.

Meginparturin av næmingunum í hádeildini hevur ikki góðar lesivanar ella nóg góðar lesivanar, heldur Jacoba Lervig.

- Tað eru sjálvandi næmingar, sum hava góðar lesivanar og sum lesa nógv uttan at tú noyðist at biðja teir, men teir flestu næmingarnir lesa lítið og einki. Tað er ringt at máta og siga, hvussu nógv ein lesivika flytur næmingin í lesimenningini, men eg haldi, at vit kunnu siga, at summir næmingar, sum lesa lítið og einki, fáa eitt skump rætta vegin. Vit síggja, at næmingar, sum verða hugtiknir av onkrari bók, teir lesa, hava hug at siga tað við hinar næmingarnar, á sama hátt sum teir tosa um filmar, teir hava sæð. Hesar vikurnar, har dentur verður lagdur á lesing, hava nógv at siga.

Skulu góðir lesivanar leggjast í næmingarnar, mugu foreldrini vera við at stuðla og eggja børnum sínum at lesa. Jacoba Lervig tekur altíð evnið upp á foreldrafundi, har hon tosar um, hvussu umráðandi tað er at lesa og at lesa nógv heima.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.