Tíðindi

Lesiringurin gevur børnum, sum lesa, ein felagsskap

Í heyst fór Anja Pálsdóttir, lærari og skúlabókavørður í Skúlanum við Løkin, undir lesiring við børnum úr 6. flokki og eldri

26.11.2018

Enn hevur lesiringurin bara verið saman tvær ferðir, so royndirnar, tey hava gjørt sær, eru ikki so nógvar. Anja Pálsdóttir hevur tó góðar vónir, tí næmingarnir eru ógvuliga hugagóðir.

- Tey eru spent og áhugað, og tá ið vit eru saman, eru øll við; vit tosa um, hvat bókin er um, hvørji evni bókin tekur fram, hvør boðskapurin er og so framvegis. Vit tosa eisini um, hvussu bókin er at lesa, tað málsliga, um hon er løtt ella tung, um hon er spennandi, langdrigin, vit taka okkurt fram um høvundin og nevna aðrar bøkur, sum minna um. Prátið er ikki skipað eftir nøkrum ávísum leisti, tað er ógvuliga óformligt, men eg royni at fáa øll við og at skapa eina hugnaliga løtu, sigur Anja Pálsdóttir.

Hóast lesiringurin ikki vendir sær til nakran ávísan flokk, so ger valið á bókum tað, at lesiringurin hóskar best til 7. flokk og eldri. Bókavørðurin velur bøkurnar saman við børnunum.

- Tað er sjálvandi ymiskt, hvat teimum dámar best at lesa, men søguligar skaldsøgur dámar teimum flestu. Vit hava enn bara lisið og viðgjørt ungdómsbøkur; fyrstu ferð Millum gráar skuggar, og aðru ferð Drongurin í stríputu náttklæðunum. Tey, sum eru við lesiringinum, hava lisið alt, sum er komið út til ung á føroyskum, so vit mugu velja nýggjar bøkur. Er tað ein bók í eini bókarøð, so lesa vit bara ta fyrstu. Um vit fara at lesa bøkur á øðrum máli enn føroyskum, veit eg ikki í løtuni, men tað kann vera. Seinni, tá ið vit hava gjørt okkum fleiri royndir, ætla vit at fara undir lesiring við yngri næmingum, og tá vera tað bøkur til stór børn, vit velja. Nógvum av teimum yngru næmingunum dámar væl at lesa.

Endamálið við lesiringinum er at skapa ein felagsskap til teirra, ið lesa og tíma væl at lesa.

- Tað at lesa kann kennast einsamalt, og tú saknar kanska onkra at tosa við um tað, tú lesur. Til tað er lesiringurin góður, nevniliga at geva teimum ein felagsskap, har tey kunnu tosa um tað, teimum dámar væl. Tað kann eisini eggja teimum at halda á at lesa. Lesiringurin er eisini ætlaður at eggja øðrum, sum ikki lesa so nógv, at lesa.

Lesiringurin er eitt tilboð á bókasavninum, og næmingarnir koma saman í skúlatíð í samráð við læraran, tey hava. Tey eru í lesiringi tað, sum svarar til ein skúlatíma. Ein seðil verður hongdur upp á bókasavninum, har tað verður sagt, hvør bók verður lisin, og nær lesiringurin møtir. Higartil hava bara gentur víst lesiringinum áhugað.

- Tað undrar meg ikki; tey, ið lesa nógv, eru gentur. Eg veit ongan drong í hesum árgangunum, sum kundi havt hug at komið. Skulu vit fáa dreingirnar við, so rokni eg við, at tað má skipast øðrvísi, helst í samstarvi við ein lærara, tey hava. Rokni tó við, at skipa vit lesiring fyri yngri næmingum, so høvdu dreingir komið, tí fleiri yngri dreingir lesa.

Anja Pálsdóttir er lærari í føroyskum og skúlabókavørður; arbeiðið við lesiringinum ger hon í tíð síni á bókasavninum.

- Eg síggi lesiringin sum ein natúrligan part av arbeiðinum hjá skúlabókavørðinum. Okkara bókasavn er ógvuliga væl egnað til lesiring, tí tað er eitt opið bókasavn, hóast bókavørður ikki altíð er til staðar. Vit seta okkum í ein krók á bókasavninum og tosa um bøkurnar. Tað at lesiringurin er sjónligur á bókasavninum ger kanska, at onnur fáa hug at koma; men ert tú ikki ein tryggur lesari, og ein, sum lesur nógv, so ivist eg í, um tað fær teg at koma.

Lesing fær ikki nóg nógva rúmd í skúladegnum, heldur Anja Pálsdóttir.

- Næmingarnir í innskúlingini lesa nógv, kanska eisini næmingarnir í 4. flokki, men næmingar eldri enn tað lesa ikki nóg nógv í skúlanum. Fyrr var frílesing og bókasavnsvitjan á tímatalvuni hjá næmingum, soleiðis er tíverri ikki longur. At seta eina løtu av í endanum á tímanum til at lesa, gevur alt ov lítið; eg haldi ikki, at frílesing skal brúkast sum kitt; eftir mínum tykki eigur nær næmingurin ikki at fordjúpa seg í tekstin at sita eina lítla løtu við eini bók. Frílesing krevur tíð.

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.