Tíðindi

Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni

Birna Gaard er einalærari í Famjin. Hon tók ein steðg í sínum vanliga gerandisdegi, har hon er í føstum lærarastarvi í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon hevur í barnaárunum verið nógv í Famjin hjá ommu og abba sínum, og tá starvið sum einalærari var leyst at søkja, tók Birna av.

25. februar 2021

- Eg var nógv í Fámjin í barnaárunum. Eg hevði ommu og abba her. Eg sá, at starvið sum lærari í Fámjin var leyst at søkja og hugsaði, at skúlin skuldi ikki stongjast, tí at ongin lærari var, hevur Birna Gaard áður sagt í samrøðu við Skúlablaðið um lærarastarvið í Famjin.

Birna, og næmingurin Dánjal, eru á Tvøroyri tvær ferðir um vikuna. Til ítrótt mánadag og handverk og list týsdag.

- Vit eru so at siga partur av skúlanum á Tvøroyri og eru javnan har og fylgja undirvísingini. Annars hevði hetta kanska kenst nakað einsamalt, í hvussu er, um talan var um mong ár, hevur Birna áður greitt Skúlablaðnum frá.

Í skúlanum á Tvøroyri hevur Birna Gaard sett á stovn ein lesiring, og hon sigur, at hendan royndin við lesiringi hevur eydnast væl.

- Eg hevði roynt hetta við lesiringi áður, og tað vistu tey óivað á Tvøroyri, og tey heittu á meg um at royna hetta á Tvøroyri, og eg játtaði, sigur Birna Gaard.

Birna fór til verka og setti á stovn lesiring í skúlanum á Tvøroyri.

- Næmingarnir í framhaldsdeildini eru býttir upp eftir flokki, greiðir Birna frá.

- Vit hittast og práta um tað, sum er lisið. Dentur verður lagdur á at lesa ymisk tekstasløg og á at hava góðar lesivanar, sigur Birna.

- Hvat tími eg at lesa? Hetta er ein viðkomandi spurnigur at seta sær, og prátinum í lesiringinum er sjálvsagt heilt í lagi ikki at vera samd í øllum, greiðir Birna Gaard frá.

- Vit tosa t.d. um tema og greina tekstir viðhvørt. Men hugnin er sjálvagdur partur av hesum, og næmingarnir fáa eitt nú frukt og hugna sær saman, sigur Birna Gaard.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen

Les eisini: http://www.skulabladid.fo/fr%C3%A1-h%C3%A1lvthundra%C3%B0-%C3%AD-flokkinum-til-ein-n%C3%A6ming-%C3%AD-f%C3%A1mjin


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.