Tíðindi

Lesing kann geva børnum og ungum til eitt betri lív

Hvussu eggjar tú børnum og ungum at lesa? Tú tosar við tey og hjálpir teimum at finna eina bók, sum tey hava áhuga í. Tí tað eru bøkur til øll, heldur Rachel Röst. Hon tók stig til danska felagsskapin Læs for Livet – Les fyri lívinum – við tí endamáli at geva børnum og ungum, sum verða umsorganaryvirtikin, atgongd til serligu ágóðarnar, sum bókmentir og lesing kunnu hava fyri tey og samstundis atgongd til útbúgving.

17.12.2020

Hon hevur ikki trupulleikar við at finna kensluna fram aftur frá barndóminum í 1980-unum, tá ið hon í friði og náðum datt niður í teir reyðu stólarnar á bókasavninum á staðnum og hvarv inn í fyrst teknirøðirnar og síðan bókanna heim.

Tað er kenslan av frírúmi.

“Har kundi eg endiliga slappa av og fáa ein steðg. Tá ið eg las, vóru ongar reglur samanborið við heima, har alt var strangar reglur og forboð.”

Rachel Röst er í dag 44 ára gomul. Hon vaks upp í Urbanplanen á. Familjan var ógvuliga religiøs, og børnini trivust ikki væl; tey vóru merkt av neyvum sosialum eftirliti, og um somu tíð vóru tey ógvuliga ávirkað av misnýtsluni hjá mammuni av heilivági.

Tá ið hon var 16 ára gomul, kom hon á ein stovn á Sælandi. Tá var hon mentalt útlúgvað, og fyri ongum misti hon ein part av lesigleðini. Og eingin hjálp var at fáa á bókasavninum ella bókaúrvalinum, sum var á stovninum.

“Eg minnist, at eg spurdi eftir bókum og helt, at tað var keðiligt úrval. Eg hevði sjálv nakrar bøkur við mær, men tað er avmarkað, hvussu ofta tú tímir at lesa somu bøkur aftur og aftur.”

Hesi støðuni sleppa børn og ung, sum vaksa upp á barnaheimi og stovnum í Danmark í dag, undan, tí í dag eru bókasøvn á flestu barnaheimum og stovnum, soleiðis at børn og ung, ið koma úr heimum við ongum bókum, hava góða atgongd til stórt úrval av bókum av alskyns slagi.

Æruna fyri tí eigur Rachel Röst og felagsskapurin Læs for Livet, sum hon setti á stovn í 2012. Felagsskapurin, sum er vorðið hennara lívsverk, arbeiðir til frama fyri at stuðla og menna lesingina hjá børnum og ungum, sum eru sosialt illa fyri.

“Eg havi fremst av øllum verið provokerað av, at so nógv børn og ung, sum eru umsorganaryvirtikin aldri fáa fólkaskúlaprógv og harvið heldur ikki atgongd til miðnám ella aðra útbúgving. At fáa tað broytt og skapt sosialan mobilitet er treytaleyst okkara týdningarmesta mál.”

Lurta eftir tørvinum

Felagsskapin venda vit aftur til; fyrst skulu vit líka savna okkum um, hvat eggjar børnum og ungum til at lesa av hugi. Tað avgerandi er, at tú tekur støði í tí, børnini vilja lesa um og teirra heimsmynd, leggur hon dent á.

“Tað er umráðandi at brúka tíð saman við børnunum, soleiðis at vit vita, hvat tey hava áhuga fyri og gjarna vilja lesa um. Tað kann vera um vápn ella dronur ella hjúnaskilnað ella okkurt heilt annað. Kanska hava tey lisið eina góða góð fyrr, og so skulu vit finna eina bók, sum minnir um. Í eini kanning, har børn og ung svara, siga 46 prosent, at tey høvdu lisið meiri, um tað var um eitt evni, sum tey hava áhuga fyri. So hetta er nakað, vit kunnu gera nógv við, men sum vit ikki duga nóg væl at taka til okkum. Evnið í bókini er ikki avgerandi í fyrsta umfari. Tá ið tú fyrst hevur vakt áhugan og hugin, verður tað eisini lættari at lesa tað, sum onkursvegna er obligatoriskt og síðan skriva uppgávur um bókmentir, sum tú sjálv hevur funnið fram til. Tað eru so nógvar bókmentir, at tað heilt sikkurt er ein bók til øll, sum vekir forvitni og lesihug.”

Koyrdi bøkur út á súkklu

Í september í ár fekk Læs for Livet stóra heiðurin frá Egmont grunninum á eina millión krónur í sambandi við, at grunnurin hevur 100 ár á baki. Saman við øðrum peningaligum gávum merkir tað, at felagsskapurin er so mikið væl fyri, at hann megnar at rinda løn til starvsfólk og leigumál á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, har felagsskapurin heldur til. Rachel Röst er í dag forkvinna í nevndini fyri felagsskapin, har hon eisini arbeiðir til dagligt. Hon brúkar nógva tíð at menna felagsskapin umframt at halda fyrilestur. Sum fyri aðrar sosialar verkætlanir var byrjanin til Læs for livet eisini varlig. Eitt uppslag á Facevook í 2012 gav positivar reaktiónir. Fólk vóru fús at lata bøkur, sum Rachel Röst fór eftir á súkklu ella við rullikufferti.

“Eg setti meg í samband við ymsar stovnar. Teir flestu stuðlaðu mær, men summir sosialpedagogar vísti meg frá sær. Teir hildu ikki, at tað var eitt gott hugskot við teirri grundgeving, at tað var ein ov stór avbjóðing hjá børnunum at lesa. Í teirra hugaheimi var lesing ein keðilig skylda, sum børnini skuldu verjast ímóti. Tað argaði meg veruliga at møta so lítlum væntanum til børn og ung, sum missa so nógv málsliga, tí tey ikki lesa. Tí var tað skjótt greitt fyri mær, at henda verkætlanin snúði seg um meiri enn at flyta bøkur frá A til B. Hon snúði seg um eina mentan hjá nøkrum av starvsfólkunum á stovnunum, har børn og ung búgva.”

Mistrúgvin, sum eyðkendi summar sosialpedagogar, gjørdi Rachel Röst ivaleysa í, at tað skuldi eitt umfatandi og neyðugt átak til, og hon fekk eitt herðaklapp, tá ið Det Kriminalpræventive Råd játtaði verkætlanini pening. Seinni vóru tað fleiri grunnar, sum lótu henni pengar, og nú felagsskapurin er 8 ár, er hann væl skipaður við eitt nú eini stórari bókagoymslu, sum skal gagna børnum og ungum. Og tað krevur eitt stórt bókúrval at byggja upp eitt bókasavn, har øll skulu finna okkurt tey tíma at lesa, sigur Rachel Röst.

“Vit fara á stovnin á vitjan fyri at hoyra, hvat børnini tíma at lesa. Børn á stovnum eru í aldrinum 0 og 23 ár og hava ymisk áhugamál og eru sjálvsagt ymiskt fyri í lesing. Tað skulu vit royna at leggja upp fyri, men hóast tey fáa millum 400 og 1.000 bøkur, er tað ikki vist, at vit raka rætt. Ein stovnur vendi sær til okkara, tí tey hava ein drong búgvandi, sum dámar væl at lesa um gamla Egyptaland. So royna vit at finna okkurt.”  

Meiri enn lesiførleiki

At eggja til lesing og at fordjúpa seg í bókmentum er fjart frá siðvenjuni hjá sosialpedagogum, sum fyrst og fremst hava savnað seg um at fáa børn og ung at gerast virkin og at innlima tey í ymsar felagsskapir. Tí hevur felagsskapurin Læs for Livet skeið fyri starvsfólki og hjálpir teimum at skilja týdningin av at lesa, hví tað er umráðandi fyri børn og ung at lesa, og hvussu starvsfólk kunnu stuðla børnum og ungum at menna áhugan fyri og førleikan at lesa. Stovnarnir hava tikið væl ímóti.

“Børn og ung, sum lesa, víðka orðfeingið og fáa betri skoðsmál í skúlanum, men ikki bara tað. Tey megna eisini betur at siga frá sínum hugsanum og kenslum og tískil at tosa fyri seg. Tey fáa eitt betri mál fyri sítt innara lív, og tey siga frá, at tey kenna seg minni einsamøll. Tey kunnu spegla seg í persónunum, tey lesa um, fáa størri innlit í, at tað eru nógvir mátar at liva uppá og vera ein familja. Tey uppliva, at trupulleikar eru universellir.”

At lesa er, sum orðið sigur, nakað tú gert fyri teg sjálva. Men tað ber til at lesa somu bøkur og tosa um tær ella siga øðrum frá, hvat tú hevur lisið. Men meðan tú lesur, ert tú einsamøll við søgugongdini, persónunum og tínum egna hugflogi. Og tað letur upp fyri stórum møguleikum í menningini hjá børnum og ungum, møguleikum, sum ikki til fulnar verða brúktir, heldur Rachel Röst.

“Tað at vera innhugsin verður sjáldan umrátt at vera positivt, og tað er keðiligt. At fordjúpa seg í lesing lærir børn og ung at vera einsamøll við sær sjálvum. Tað hevur eitt serligt virði, tí tað byggir upp eitt ríkari innari lív. Tú lærir at rúma tær sjálvum, og tað styrkir bæði umsorganini fyri tær sjálvum og empatiini fyri øðrum, tí tú livir teg inn í, hvussu onnur fólk eru og lærir teg at seta teg inn í, hvussu tey hava tað. Tað hevur týdnng fyri øll børn og ung, men fyri børn og ung, sum eru umsorganaryvirtikin, hevur tað uppaftur meiri at siga, tí tey hava mangan ilt við at finna frið og at savna seg. Tankarnir flúgva runt í høvdinum á teimum, men lesing gevur teimum ró og betri svøvn, siga tey. Tey uppliva eina broyting.”

Kelda: gymnasieskolen.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.