Tíðindi

Lesing er lykil til vitan

Í sambandi við, at Orðblindalærarafelagið hevði arbeiðsdag og aðalfund var landsstýrismaðurin á vitjan.

08.03.2023

Forkvinnan í Orðblindalærarafelagnum, Annika Katrin Joensen bjóðaði vælkomin og kunnaði um arbeiðið hjá felagnum. Landsstýrismaður nýtti eisini høvi til at siga nøkur orð um arbeiðið í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum:

"Lesing er lykil til vitan, og atgongd til skrivaða orðið, sum er grundarsteinur í fólkaræðinum og okkara virkna luti sum borgarar.

Samfelagsmenningin setir alsamt størri krøv til útbúgving og fakligan førleika, tí lærdómur, har serliga lesing og skriving eru lykilin ella amboðið, sum er grundarlagið hjá tí einstaka fyri virkin at kunna taka lut í arbeiðslívi og verða partur av samfelagsmenningini. Hetta er galdandi fyri bæði ung sum eldri, tí arbeiðsuppgávurnar broytast, og eftir- og endurútbúgving er í mongum førum ein fortreyt fyri at menna okkara førleikar í arbeiðslívinum og at luttaka í samfelagslívinum sum heild.

Tí er tað so umráðandi, at børn, ið eru orðblind og lesitarnað sum heild fáa holla fakliga og námsfrøðiliga hjálp so tíðliga sum til ber. Fólkaskúlin hevur her ein stóran leiklut og ábyrgd av at tryggja, at orðblindir næmingar fáa serligar venjingar og amboð at  menna sín lesiførleika. Hetta er samstundis fortreyt fyri, at orðblindir næmingar kunna luttaka í framhaldandi skúlagongd í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum og seinni í hægri lestri og eisini fortreyt í allarflestu vinnugreinum."

Les alla røðuna hjá Djóna N. Joensen her: Røða til aðalfund hjá Orðblindalærarafelagnum - Barna- og útbúgvingarmálaráðið (bumr.fo)


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.