Tíðindi


Lesing eigur at vera partur av undirvísingini í støddfrøði

- Lærarin má leiða næmingarnar ígjøgnum roknistykkini, soleiðis at teir eru førir fyri at læra sjálvir og ikki verða bundnir av einum lærara, sum hjálpir teimum, tá ið teir standa fastir, sigur granskari.

14. september 2017

Lærarar í støddfrøði eiga at síggja lesing sum partur av læringini í lærugreinini heldur enn sum nakað eyka, tú mást gera, tí lesiætlanin sigur tað. Tað heldur Eva Michaelsen, sum er námslektari í norskum við Lærda Háskúlan í Oslo og Akershus.

Saman við øðrum hevur hon kannað, hví tað er neyðugt, at lesing er natúrligur partur av lærugreinini støddfrøði.

Nógvir næmingar byggja førleikar sínar í støddfrøði á tað, sum lærarin fortelur teimum, áðrenn teir fara undir at loysa uppgávurnar í støddfrøðitímunum. Teir lesa sjáldan tekstirnar í lærubókunum, og nógvir lærarar halda, at ov nógvur tekstur er í lærubókunum. Tað er nóg mikið við tølum og súmbolum, halda nógvir.

- Tí læra næmingarnir ikki at fáa vitan úr lærubókunum, og tá ið teir ikki gera tað, hevur tað við sær, at næmingarnir mugu minnast tað, lærarin sigur. Í tímunum sita teir ofta og einki gera, í staðin fyri at loysa uppgávurnar, ið teir eru settir at gera; teir koma ikki víðari uttan hjálp frá læraranum, sum gongur runt millum næmingarnar og hjálpir teimum einum fyri og øðrum eftir. Tað sýnist at vera ein siðvenja í undirvísing í støddfrøði, at tú ikki lesur so nógv í støddfrøðibókunum, men bara loysir uppgávur haðani. Orsøkin kann vera, at støddfrøði hevur sítt egna mál og nógvar lýsingar fyri tað ymiska; nógv halda, at hetta ger støddfrøðiligar tekstir torførar.

Granskararnir hava roynt at grundgivið fyri, hví tað er neyðugt fyri støddfrøðilærararnar at fáa lesing inn sum natúrligan part av støddfrøði. Teir hava ment ein frymil, sum lýsir, sum neyv samantvinnað fatan av lesing eigur at vera við í fakliga førninginum hjá lærarum í støddfrøði fyri at kunna undirvísa í støddfrøði, og fyri at næmingarnir skulu fáa tað burturúr, sum teir eiga at fáa burturúr.
- Vit halda, at hesin frymilin kann vera við til fremja fatanina av, at lesing er ein fortreyt fyri lærugreinini.

Lærarar mugu vita, hvat tað er, sum ger tekstirnar torførar at skilja, og hvussu teir kunnu leggja upp fyri hesum í undirvísingini, soleiðis at næmingarnir skilja tekstirnar. Ikki minst mugu lærararnir fáa lesing inn sum sjálvsagdan og natúrligan part av støddfrøðiundirvísingini og ikki sum nakað, ið liggur uttanfyri, meta granskararnir.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.