Tíðindi

Lesiløtur umráðandi fyri lesihugin

- Hjá summum fer lesiferðin upp, og tað í sjálvum sær kann vera eitt stórt framstig, sigur Jónfríð Foldbo, lærari í føroyskum á Skúlatrøð

23.11.2021

Sum lærari og eisini bókavørður roynir Jónfríð Foldbo at fylgja við í, hvat kemur út á føroyskum og kunna seg við tað. Tað hevur týdning, heldur hon, um hon skal kunna vísa næmingunum á bøkur, sum hon heldur, at tey tíma at lesa.

- Hevur onkur bók hugtikið ein næming, so royni eg at fáa hann at siga frá bókini, so aðrir næmingar skulu tíma at lesa somu bók. Sjálvsagt er gott at lesa nýtt, men tað gamla hevur eisini týdning, tí tað kann geva okkurt annað og meiri. Tað eru nógvar eldri bøkur, sum eg royni at fáa tey at lesa; hesar søgurnar kunnu saktans siga næmingum í dag nakað; tey fáa innlit í, hvussu alt var fyrr samstundis sum tey kenna okkurt aftur, og so kunnu tey seta spurningar um ymiskt, sum ikki er longur og sum tey ikki kennast við. At fáa næmingarnar at lesa av egnum hugi heima, er ein stór uppgáva, og hon er ikki løtt, sigur Jónfríð Foldbo.

Sum heild tíma næmingarnir í grunddeildini væl at lesa, bæði gentur og dreingir; næmingarnir í miðdeildini tíma ikki líka væl.

- Eg biði næmingarnar lesa í minsta lagi 15 minuttir heima hvønn dag; nógvir gera tað, men bara tí, at eg sigi, at tey skulu. Eg royni at siga, hvussu hugnalig tann løtan kann vera, tá ið tey hugna sær við eini bók. Hvat tað er, sum ger, at næmingar í miðdeildini missa hugin, veit eg ikki, men kanska er tímatalvan í miðdeildin ov trong og fáir tímar í føroyskum at hava lesiløtur; lesiløtur eru umráðandi fyri at halda fast við lesihugin.

Umleið tvær ferðir um árið skipar skúlin fyri lesiátøkum; tá lesur allur skúlin eina løtu hvønn dag. Hetta dámar næmingunum væl, og summi fáa eitt skump í menningini at lesa.

- Hjá summum fer lesiferðin upp, og tað í sjálvum sær kann vera eitt stórt framstig. Tað tekur tíð at lesa seg inn í eina bók, og tí er tað so gott at seta nógva tíð av eitt tíðarskeið at lesa.

Hvussu stórur dentur verður lagdur á lesimenningina og lesivanarnar, veldst nógv um einstaka læraran. Summir flokkar eru javnan á bókasavninum, meðan aðrir ongantíð eru á bókasavninum, og eldri næmingar eru nógv sjáldnari á bókasavninum enn yngri næmingar.

- Hóast lærarar eru ymiskir, er hugburðurin í skúlanum tann, at lesing hevur týdning; hvussu nógv lærarar leggja í hetta, er sjálvandi ymiskt. Summir siga seg ikki hava tíð at fara á bókasavnið við næmingunum, tí tíðin verður brúkt at røkka pensum.

Les samrøðu við Jónfríð Foldbo í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.