Tíðindi

Lesigleðin hjá foreldrum kann javna sosialar munir

Foreldur, sum dámar væl at lesa, fáa børn síni at tíma at lesa. Hetta eiga skúlin og barnagarðar at taka í álvara, heldur granskari

30.06.2021

Vit vita, at sosiala og fíggjarliga støðan hjá foreldrum hevur nógv at siga fyri, hvussu børn klára seg í skúlanum. Børn við foreldrum, sum hava høga útbúgving, og sum hava meiri enn 100 bøkur í heiminum, klára seg í miðal betri í eitt nú kanningum sum PISA og PIRLS, samanborið við børn, hvørs foreldur hava lága útbúgving og fáar bøkur í heiminum.

Men eisini lesigleðin hjá foreldrum hevur stóran týdning fyri, hvussu væl børn tíma at lesa. Tað vísir ein kanning, nevniliga stóra altjóða lesikanningin PIRLS 2016.

– Í grundini er tað soleiðis, at børn, sum hava foreldur við lágari útbúgving, men sum dámar væl at lesa, klára seg væl í PIRLS. Tey klára seg líka væl í lesing, sum børn hjá foreldrum við høgari útbúgving, sum ikki dámar at lesa, sigur Hildegunn Støle, granskari við Lesisenterið á Universitetinum í Stavanger (UiS).

Lesigleði, ikki tíð brúkt til lesing

PIRLS kannar lesiførleikarnar hjá tannáringum um allan heim; nærum 7000 næmingar í Noregi tóku lut í kanningini í 2016. Umframt at næmingar svara spurningum í kanningini fáa foreldrini, lærararnir og skúlastjórin eisini spurningar.

Foreldrini svara spurningum, sum hava við útbúgving at gera, tað er hvussu long ella stutt útbúgvingin er, og hvørjar lesivanar tey hava. Tað eru hesi svarini, sum geva granskarum gott innlit í sambandið millum lesivanarnar hjá foreldrunum og lesiførleikarnar hjá børnunum.

Støle og starvsfelagarnir hava eisini funnið út av, at lesigleðin hjá foreldrunum kann javna sosialar munir, sum kunnu knýtast til útbúgving og tal av bókum í heiminum.

Hetta snýr seg um, hvussu væl foreldur siga, at teimum dámar at lesa – ikki um hvussu nógva tíð tey brúka til at lesa í frítíðini.

– Hava foreldur positivan hugburð til at lesa, lesa tey helst fyri børnum sínum, geva teimum bøkur í gávu og so framvegis. Hetta er við til at geva børnum góðan hugburð til lesing og góðar lesivanar, sigur Støle.

Stúra fyri afturgongd í lesing í frítíðini

Kortini eru ikki so fáar avbjóðingar, tá ið talan er um lesigleði hjá børnum. Fyri tað fyrsta eru tað færri foreldur við lágari útbúgving, sum siga, at teimum dámar at lesa, enn foreldur við høgari útbúgving. Tað merkir, at nøkur børn eru verri fyri á tveimum økjum:

Tað eru størri sannlíkindi fyri, at tey, sum hava foreldur við lágari útbúgving, og sum heldur ikki dámar at lesa, gerast vánaligir lesarar.

Og tað eru størri sannlíkindi fyri, at ungdómur og vaksin lesa sjáldnari enn fyrr, og at áhugin fyri at lesa bøkur er í minking. Seinastu 10 árini eru tey í aldrinum 16 til 25 ár farin at brúka minni tíð at lesa bøkur í frítíðini.

Tilkomin lesa tvífalt so nógvar minuttir um dagin samanborið við børn; konufólk í aldrinum 16-24 ár lesa nógv minni í dag samanborið við fyri bara einum ári síðan – úr 27 prosentum í 2019 niður í 14 prosent í 2020. Hesi úrslitini samsvara við PISA 2018. Har síggja vit, at frítíðarlesing millum tey 15 ára gomlu er minkað munandi; somuleiðis PIRLS frá 2016 vísir, at eisini lesiáhugin hjá foreldrum minkar munandi.

Hesar niðurstøðurnar gera, at Støle og starvsfelagar hansara á Lesisentrinum stúra fyri, hvussu verður verið lesigleðini hjá børnum í framtíðini.

– Vit mugu spyrja okkum sjálv: Fara tey, sum eru ung í dag, at tíma verri at lesa enn foreldini um eini 10–20 ár, tá ið tey gerast foreldur? Og hvussu verður við lesiførleikunum hjá teirra børnum?

Skúlin eigur at taka lesing í størri álvara

Alt hetta gera, at skúlin og barnagarðar mugu leggja størri dent á at skapa lesigleði hjá øllum børnum, halda Støle og starvsfelagar hansara.

Bæði tí, at tað er umráðandi fyri næmingar í dag, og tí tað skapar góðar lesarar í ættarliðunum, sum koma.

– Skúlin hevur sum aðalmál at geva øllum javnbjóðis møguleikar, sama hvørja bakgrund tey hava. At fáa góðar lesiførleikar er eitt av tí týdningarmesta fyri at eydnast í samfelagnum og fyri at hava eitt gott lív. Tá ið lesingin í frítíðini minkar, er tað meiri umráðandi enn nakrantíð, at skúlin er við til at spjaða lesigleði. Hetta snýr seg serliga um børn, sum ikki hava foreldur, sum dámar at lesa, og sum hava fáar bøkur heima, sigur Støle.

At lesa í bók hevur samband við at vera ein góður talgildur lesari

Tað kemur ikki óvart á, at børn í aldrinum 9 til 15 ár spæla meiri talgild spøl enn lesa bøkur. 29 prosent av dreingjunum og 38 prosent av gentunum lesa eina pappírsbók í frítíðini ein vanligan dag, meðan 85 prosent spæla ein vanligan dag eitt talgilt spæl, vísir ein kanning frá SSBs Mediebarometer.

Tað ber til at hugsa sær, at dagsins talgildu børn fáa góða lesivenjing gjøgnum aðrar miðlar, men tað er kortini bókalesing, sum skapar góðar lesarar. Kanningin PIRLS tekur eisini støði í lesiførleikunum hjá næmingum á internetinum. Úrslitini tala fyri seg: Næmingar, sum siga, at teir lesa hvønn dag ella næstan hvønn dag “til stuttleika”, eru teir næmingarnir, sum klára seg best í bæði ePIRLS og vanligu royndini í PIRLS.

– Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at skúlin og heimin eiga at halda á arbeiða við at eggja næmingum at lesa. Hetta er eisini týdningarmikið í talgildu øldini og eisini tá ið næmingar náa ein aldur, har talgildu frítíðarítrivini taka meiri tíð, sigur Støle.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.