Tíðindi

Lesiførleikin er batnaður

- Í summum skúlum klára børnini seg enntá betur enn donsk børn í sama árgangi, siga lesivegleiðarar

05.11.2018

Ein samanrenning av betraðum hugburði til lesing, fleiri undirvísingartímum í føroyskum og lesivegleiðarum úti í skúlunum má sigast at hava havt stóra ávirkan á lesiførleikan hjá føroysku skúlabørnunum. Nú klára børnini seg sera væl í lesikanningunum, sum skúlarnir nýta til eftirmeting, umframt at heildarúrslitið í PISA-kanningunum er munandi batnað. Tað eru heilt fá, sum ikki hava ein góðan ella nøktandi lesiførleika, og hetta eru ofta tey, sum vegna okkurt brek ikki hava góðar fortreytir at læra at lesa. Í summum skúlum klára børnini seg enntá betur enn donsk børn í sama árgangi, og hetta er at frøast um.

Mest tíðarkrevjandi uppgávan hjá lesivegleiðarunum er at standa fyri lesikanningum, sum verða gjørdar tvær ferðir hvørt ár. Her skulu næmingar í 1.-5. flokk kannast fyri at síggja, um lesiførleiki teirra mennist, sum hann skal. Tá flokkurin hevur verið til lesikanning, fara lærari og lesivegleiðari ígjøgnum úrslitini í felag. Lesivegleiðarin hevur servitan innan royndirnar og kann tískil hjálpa læraranum at tulka úrslitini bæði fyri allan flokkin ella fyri einstakar næmingar. Á henda hátt verður tryggjað, at ongin næmingur dettur niðurímillum, tí møguleiki er at lofta honum áðrenn og finna eina loysn upp á trupulleikan.

Eisini kann lesivegleiðarin ráðgeva læraranum um alternativt tilfar, undirvísingarhættir ella næmingalagaða undirvísing, um teir í felag meta, at næmingarnir ikki fáa nóg stórt gagn av verandi undirvísing. Lesivegleiðarin kann eisini sambært avtalu koma inn í flokkin at hava lesi- ella skriviskeið.

Tilgongdin at læra barnið at lesa er blivin ein felags verkætlan hjá lærarum, lesivegleiðarum, námsfrøðingum og foreldrum. Fyri at leggja lunnar undir mál- og lesimenningina hjá barnagarðsbørnum, sum skjótt skulu í skúla, fara summir lesivegleiðarar út í barnagarðarnar at ráðgeva um, hvussu barnið best verður fyrireikað til málsligu avbjóðingarnar, sum skúlin hevur at bjóða. Her kunnu teir til dømis vegleiða námsfrøðingar um, hvussu teir gjøgnum málspøl, bókstavakunnleika og ljóðvenjingar kunnu fremja mál- og lesimenning. Eisini er vanligt at ráðgeva foreldrum um hesar venjingar til felags foreldrafundir, bæði í barnagarði og í skúla. Á henda hátt samstarva allir partar um at røkka tí felags endamáli, at barnið skal gerast ein góður lesari.

Les alla samrøðuna við lesivegleiðararnar, Pálin Olsen, Anniku Høj og Lív Magnussen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.