Tíðindi
20.09.2018
Hvønn dag ganga nógv lesandi í gongini á Námsvísindadeildini á Frælsinum. Tá klokkan nærkast 9, er tíð at finna sítt flokshøli, og ein nær líka at veittra ella siga góðan morgun við tey, ið ein kennir. Í steðginum leypa fleiri yvir í Magn at keypa sær okkurt at eta, og summi sita eftir í flokshølunum og eta sín heimagjørda matpakka. Tá klokkan er vorðin so mikið nógv, at skúladagurin er liðugur, sær ein ofta tey somu fólkini, ið ein veittraði góðan morgun til, og nær líka at fáa eitt stutt prát, áðrenn leiðin gongur heim. Hóast flokshølini liggja nær um lið um lið í skúlanum, so hittast tey lesandi, ið ikki hava tey somu fakini, sera sjáldan. Hvussu kunnu vit gera, soleiðis at tey lesandi kunnu síggjast og práta í skúlanum í einum steðgi? Eitt hugskot er at lata kantinuna upp aftur.
Tað er ongin loyna, at umstøðurnar á Námsvísindadeildini ikki eru av teimum allar bestu, tá tað kemur til samansjóðing hjá teimum lesandi. Tað er fyri tað mesta í gongini, at tey lesandi hittast. Men har er ein deilig kantina, ið hevur borð, stólar, sofur, ja, alt, ið er neyðugt fyri at skapa eitt hugnaligt huglag. Trupulleikin er, at kantinan er stongd. Um ein hevur hug til at seta seg og njóta ein breyðbita í kantinuni saman við hinum, er hetta tískil ikki ein møguleiki.
Um trupulleikin er tann, at ongin er, ið brúkar kantinuna, loysir tað ikki trupulleikan, at ongin sleppur inn í hana, siga næmingar á Námsvísindadeildini. Eisini siga tey, at tey hava enntá spurt um ein lykil, so tey kunnu seta seg har at eta ella lesa, men svarið er nei.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at latið kantinuna upp aftur, nú lesandi hava víst henni áhuga? Lesandi siga eisini, at tað er stórur saknur í einari kaffimaskinu, so ein ikki skal gjalda heilar 20 krónur bert fyri tann eina koppin, ið tað kostar í Magn. Um har var ein kaffimaskina, har ein bert skuldi gjalda fimm krónur fyri koppin, so hevði hugurin verið størri at sita á skúlanum enn at fara yvir í Magn, bert fyri ein kaffikopp.
Endamálið hjá teimum lesandi er ikki bert at upplýsa eina manglandi kaffimaskinu, men tað er at fáa eitt stað, har tey kunnu hittast ímillum tímarnar; eitt stað, har ein kemur at kenna hini lesandi á skúlanum, har høvdið kann reika í annan heim í eina løtu, og har trivnaður og tað sosiala kunnu mennast. Vónandi verða dyrnar til kantinuna latnar upp aftur, soleiðis at tey lesandi á Námsvísindadeildini fáa møguleikan at koma enn meira saman.
Tekstur: Lis Jacobsen