Tíðindi

Lesa hart í flokkinum ein farin tíð?

Tíðarspilla og minni úrtøka tykist at vera úrslitið, um tað at lesa hart upp úr eini felagsbók er týðandi partur í undirvísingini í føroyskum.

16.05.2018

Hvussu fer undirvísingin fram í føroyskum? Hetta er ein áhugaverdur spurningur at seta, nú kanningin av lesivanunum hjá børnum í 4., 6. og 9. flokki rør upp undir, at er tað at lesa burtur úr eini felagsbók týðandi í undirvísingini, so eru størri sannlíkindi fyri, at flokkurin, tú gongur í hevur vánaligan hugburð til lesing, og at næmingarnir í flokkinum lesa lítið; í øllum førum síggja vit, at flokkurin, har hetta verður gjørt, liggur í niðara enda, tá ið talan er um hugburð til lesing og lesitíttleika.

Lærarar, vit hava spurt, siga, at tað at lesa hart upp úr felagsbók er ikki næmingalagað undirvísing; næmingurin, sum er væl fyri, fær einki burturúr, næmingurin, sum er illa fyri, fær heldur einki burturúr, ei heldur bólkurin í miðjuni; í grundini rakar tú ongan næming. At fara at siga at tað at lesa hart við næmingunum er skaðiligt, er at taka í so rívan til; henda tilgongdin til undirvísing avdúkar kanska meiri tilgongdina hjá læraranum til úrtøkuna hjá næminginum. Sum skilst eru nógvir lærarar farnir frá tí at brúka upplestur úr felagsbók sum fastan tátt í undirvísingini í føroyskum; hetta er vanligari um danskt ella enskt er á skránni; tó tað verður framvegis gjørt sambært lesivanakanningini. Hugvekjandi er tað tí, at kanningin staðfestir, at hetta er ikki ein gongd leið, um tú skal venja næmingar tínar at tíma at lesa í frítíðini.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

 

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.