Tíðindi

Leikluturin hjá starvslæruvegleiðarum lýstur

Í farnu viku kom grein eftir Hans Harryson, ph.d. í námsvísindum á Námsvísindadeildini, út í Fróðskaparriti. Hon snýr seg um starvslæruna í læraraútbúgvingini og serliga leiklutin hjá starvslæruvegleiðarum. Støðan í Føroyum verður borin saman við støðuna í grannalondunum.

15.04.2025

Kanningin varpar ljós á tann leiklut, ið starvslæruvegleiðarin hevur í føroysku læraraútbúgvingini. Á pappírinum er starvslæruvegleiðarin bæði ein fólkaskúlalærari og ein læraraskúlalærari, og henda dupult-uppgáva er ikki einføld at útinna.

Fyri at fáa neyvt innlit í ta uppgávu, ið starvslæruvegleiðarin loysir í samlaðu læraraútbúgvingini, hava vit tvinnað eina stóra spurnablaðakanning (n=2823), ið var framd millum læraralesandi í øllum Norðurlondum í 2019/2020 og 2021/2022, saman við eini viðtalskanning, har fimm føroysk læraralesandi á fjórða árgangi tóku lut.

Kanningin vísti, at starvslæruvegleiðarauppgávan er ikki neyvt lýst, men at ein meiriluti av vegleiðarunum fata seg sum fólkaskúlalærarar, hvørs uppgáva er at eygleiða og eftirmeta tann læraralesandi, og at geva honum ráð, tá talan er um undirvísing og floksleiðslu. Kanningin vísti harumframt, at starvslæruvegleiðarar sum heild nýta avmarkaða orku at vísa tí lesandi á sambandið millum ávikavist ástøði/praksis og læraraútbúgving/fólkaskúla. Læraralesandi sýnast heldur ikki at hava ta fatan, at starvslæruvegleiðarar hava skyldu at gera sambandið millum akademiskan lestur øðrumegin og gerandisdagin í skúlanum hinumegin til eitt umráðandi og afturvendandi kjakevni í starvslærutíðini. 

Millum 80 lærarar í fólkaskúlanum í Føroyum eru starvslærarar á hvørjum ári. Tað ber til at lesa greinina her 

Á myndini: Hans Harryson


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni