Tíðindi


Leiðsluútbúgving fyri skúlaleiðarar byrjar í heyst

Nú fer at bera til at taka útbúgving í skúlaleiðslu í Føroyum. Útbúgvingin er í fyrstu atløgu ætlað skúlaleiðarum á øllum útbúgvingum, men lærarar, sum hava hug og hegni fyri leiðslu, kunnu eisini søkja inn á útbúgvingina.

5. mai 2017

Leiðslan gongur á odda í menningini av skúlaverkinum, og tí er dentur lagdur á, at útbúgvingin innihaldsliga bæði skal menna námsfrøðiligu fatanina hjá leiðarum í undirvísingarstovnum og veita leiðarum ástøðilig og verklig leiðsluamboð.

Í fjør heitti landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, á  Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrur Føroya um, saman við diplomútbúgvingin á Glasi, at skipa eina skúlaleiðsluútbúgving í innan námsfrøðiligari leiðslu eftir føroyskum leisti. Nú fyrireikingarnar eru um at koma undir land, verður útbúgvingin boðin út at byrja í august.

Við tað, at plássini eru avmarkað, og at talan er um miðvíst menningartiltak fyri alt skúlaverkið, verða bæði faklig, landafrøðilig og onnur atlit tikin í sambandi við upptøkuna.

Útbúgvingin er ókeypis, og starvsfólk í skúlaverkinum fáa ávísan niðurskurð til uppgávuskriving og annað. Lærarar, sum ikki eru í starvi í skúlaverkinum í løtuni, kunnu eisini søkja um upptøku.  

Nýggja skúlastjóraútbúgvingin á diplomleiðarastøði telur 60 ECTS og er sett saman av vísindaástøði, seks fakmodulum, trimum valmodulum og einari serritgerð. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur í tvey ár, og undirvíst verður eitt ella tvey vikuskifti um mánaðin.

Umsóknarfreistin til námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingina er 15. mai 2017. Umsóknarblað og kunning eru tøk á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya www.setur.fo

Kelda: mmr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.