Bloggur


Lat ikki ringu samvitskuna yvirtala teg

Ingun Háberg Söderqvist, lesandi á Námsvísindadeildini á øðrum ári, bloggar

17. apríl 2015


Sonurin snorar og hostar eitt sindur enn. Tað hevur hann gjørt í vikur, og eg havi hug at hava hann heima, inntil hann gevst at snora og hosta, men hann snorar og hostar ikki meir enn hini børnini í vøggustovuni, so tað kann allarhelst gera tað sama at hava hann heima. Eg havi onkuntíð roynt at forlongt vikuskiftið fyri at vita um tað gerst betri, men so skjótt hann kemur aftur á stovn og millum hini børnini, so snorar og hostar hann aftur. Eg havi varhugan av, at eg má venja meg við, at dagstovnatíðin helst verður snoritíð. Í øllum førum, til hann hevur vant seg við tað. Tey eru jú so nær hvørjum øðrum allan dagin, koyra somu leikur í munnin og brúka allarhelst eisini sutturnar hjá hinum, finna tey ikki sína egnu, so eg fái ikki vart hann frá øllum bakterinum. Og hann fer í vøggustovu. Ongin fepur og annars væl fyri, so hann má, og tað ger sum so heldur einki, tí eg má í skúla, og maðurin til arbeiðis. Øll onnur noyðast eisini, og samfelagið er bygt upp soleiðis, at mamma og babba eru upptikin um dagin, og hann má á stovn, hóast hann bert júst er blivin eitt ár. Royni at gera alt, eg eri ment, fyri at hann hevur so stuttar dagar, sum gjørligt. Eg fari sum oftast beint eftir honum, tá eg fái frí.

Tíbetur gangi eg í skúla, hugsi eg viðhvørt. Tíbetur gangi eg á einum skúla, sum er skipaður soleiðis, at eg sjálv kann tilrættarleggja lesidagarnar, sum mær lystir. Og er eitthvørt áfatt, so kann eg hava sonin við í skúla. Tað ber sjálvandi ikki altíð til, men allaroftast. Eg møti sjáldan áðrenn kl. 9, og tað hevur sjálvandi við sær, at eg ikki eri noydd at fara so tíðliga frá húsum. Tað eri eg eisini sera glað fyri. Sjálvandi má eg eisini tað av og á, men tað hjálpir upp á ringu samvitskuna, at sonurin ikki hevur so langar dagar á stovni.


Nú skal eg ikki ljóða sum um mær ikki dámar stovnin, sum sonurin gongur á, tí tað geri eg. Alvorliga. Eg havi bara hesa kensluna, og eg kann ikki greiða frá, hví hon er har. Tað er nokk bara kroniskt ringa samvitskan, tú fært, tá tú gert mamma, og mammuhjartað hjá hesi lesandi damuni við arbeiði við síðuna av, sum ger um seg. Men eg eri tíbetur ikki einsamøll um hesa kensluna. Veit, fleiri lesandi við mær, ið eisini hava tað soleiðis, men vit trívast kortini í tí. Niðurstøðan av hesum brokkmanslestri man vera, at so leingi tú hóast alt trívist í tí, tú gert, skalt tú ikki lata ringu samvitskuna royna at yvirtala teg um annað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.