Tíðindi

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum vitjar Lærarafelagið og Bókadeildina

Mánadagin 13. mars var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, inni á gólvinum hjá Føroya Lærarafelag, saman við starvsfólkum í barna- og útbúgvingarmálum.

14.03.2023

Landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa upp á starvsfólkini á Bókadeild Føroya Lærarafelags og hoyra um teirra virksemi, og at umrøða fólkaskúlan saman við nevndini í Føroya Lærarafelag og umboðum fyri Skúlaleiðarafelagið. Vit eru fegin um vitjanina, og tann áhuga sum landsstýrismaðurin á hendan hátt sýnir fyri fólkaskúlanum.

Á fundinum varð fólkaskúlin breitt umrøddur, og hvørji átøk er átrokandi í fólkaskúlanum. Ætlanin hjá landsstýrismanninum eru sum tað fyrsta at geva flokslæraranum og skúlaleiðslunum betri umstøður; hesum tekur felagið undir við. Játtanin til hetta endamálið á fíggjarlógini er ikki so stór enn, men hon er ein byrjan.

Á fundinum var eisini nomið við læraraútbúgvingina, nú uttanhýsis eftirmetingin av Setrinum liggur klár. Læraraútbúgvingin í Føroyum er so týdningarmikil; vit hava bara ta eina, og tí ávirkar hon allan skúlan; læraraútbúgvingin má hava bestu umstøður. Læraraútbúgvingin hevur verið fyri skerjingum, men seinastu árini eru glottar at hóma, vit vóna, at góða gongdin varir við 

Á fundinum var semja um, at fólkaskúlin hevur tørv á dagføringum og íløgum á fleiri økjum. Hetta verður ikki loyst í eini syftu, men ein greining má gerast av støðuni, og týðiligar raðfestingar gerast, so at vit javnt og samt kunnu síggja loysnir og framgongd fyri fólkaskúlan.

Vit takka fyri vitjanina og gleða okkum til gott samstarv, har vit í felag kunnu finna góðar loysnir, tí í felag fáa vit ein betri fólkaskúla.

Á myndini eru Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeildini, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Jacob Eli S. Olsen, formaður í lærarafelagnum

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.