Tíðindi

Landsstýrismaðurin onga ætlan um at minka undirvísingartalið

Lærarar undirvísa tveir tímar meiri um vikuna samanborið við fyri fáum árum síðan; landsstýrismaðurin við skúlamálum heldur, at vikan, sum lærarar frá hesum skúlaárinum at rokna fáa til ráðlegging og annað, leggur upp fyri økta undirvísingartalinum

18. november 2019

Játtanin til fólkaskúlan hevur ikki fylgt við framskrivingini og útbyggingini av fólkaskúlanum. Tað hevur Føroya Lærarafelag víst á fleiri ferðir. At játtanin ikki hevur fylgt við merkja lærarar við, at teir undirvísa meira. Í dag undirvísa teir 28 tímar um vikuna, sum er á leið tveir tímar meira enn fyri fáum árum síðan. Undirvísingarbyrðan í dag er ov stór, og fleiri lærarar venda sær til felagið og vísa á, at tíðin at røkja allar aðrar uppgávur, sum eru týðandi partar av læraraarbeiðinum, røkkur ikki.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, heldur, at teir fimm dagarnir, sum lærarar frá hesum skúlaárinum at rokna, fáa til ráðlegging, eftirmeting og slíkt leggur upp fyri øktu undirvísingarbyrðuni.

- Henda vikan, lærarar undirvísa minni, eigur at merkjast og gera, at byrðan minkar, tí teir kunnu brúka hana til ráðlegging, eftirmeting, at gera ætlanir, fundarvirksemi og annars tað, sum fyllir av øðrum uppgávum enn undirvísing. Lærarar kunnu hesar dagarnar, eitt nú leggja undirvísing til rættis í teimum flokkum, sum hava avbjóðingar, soleiðis at hetta fyllir minni í gerandisdegnum. At ein vika verður tikin av undirvísingini og løgd av til ráðlegging og slíkt, minkar ikki bara um undirvísingarbyrðuna; tað er óføra gott at fáa eina viku til slíkt og átti at lætt væl um; eg havi ikki ætlanir um at gera aðrar broytingar, soleiðis at teir undirvísa minni. Um lærarin kennir, at hann tekur fleiri uppgávur á seg, enn hann orkar, má hann sjálvur tala at og seta mørk. Lærarar kunnu ikki bara taka ímóti øllum, sum verður lagt á teir og geva eftir. Vit hava sjálv ábyrgdina av at ansa eftir okkum sjálvum og skapa umstøðurnar sjálv. Spurningurin er eisini, um tær uppgávurnar, sum ikki eru undirvísing, neyðturviliga skulu verða gjørdar av lærarum. Kanska tær kunnu verða gjørdar av øðrum? Og verja fakfeløgini sínar limir nóg væl?

Í juni ásetti fyrrverandi landsstýriskvinnan við skúlamálum í rundskrivi árliga skúladagatalið hjá næmingunum í fólkaskúlanum at vera 193 dagar; áður hevur tað verið 198 dagar. Teir fimm dagarnir, sum skúlaárið minkar, verða tøkir hjá skúlaleiðarum og lærarum til ráðlegging og námsfrøðiliga menning, sum bæði kann verða í skúlanum og uttan fyri skúlan.

Umframt eftirmeting og ráðlegging kann talan verða um skeið, námsfrøðiligir evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing.

Eftir sum skotbráið var so stutt, tá rundskrivið var ásett, tekur broytingin ikki við, fyrr enn síðst í hesum skúlaárinum. Ávegis eftirmeting av hesi broytingini verður gjørd í mars 2021 og í mars 2022.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.