Tíðindi
24.10.2017
Ov nógv neilig orka og ov nógvar frustratiónir eru knýttar at landsroyndunum. Tað heldur Nita Næs, lærari við Hvalbiar skúla; hon er umframt lesivegleiðari í Hvalba, Trongisvági og á Tvøroyri.
- Fyri okkum lærarar, so var tað ein stór broyting, tá ið landsroyndirnar knappliga sóu dagsins ljós. Nú blivu næmingar og skúlar á ein hátt eftirmettir og møguliga óbeinleiðis vórðu skúlar samanlíknaðir. Somuleiðis hava leiðslur kring landið í fleiri ár fingið at vita frá serkønum fólkum á próvstovuni, hvussu ávísi skúlin hevur megnað landsroyndina í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Nita Næs hevur undirvíst í føroyskum, og hennara næmingar hava altíð møtt glaðir í skúla til landroynd, men bæði í 4. flokki og í 6. flokki hevur tøknin ikki riggað, og tað hevur verið sera skuffandi fyri allan flokkin. Hon heldur, at tað er eitt stórt politiskt stig at steðga landsroyndunum.
- Møguliga er myndugleikin noyddur at taka hesa avgerð, tí tað er farin alt ov nógv orka til hesa royndir, og ov nógv neilig umtala av skipanum, ið ikki hava virka sum tær skulu.
Landsroyndirnar í støddfrøði og føroyskum eiga at halda fram, heldur Nita Næs, og tað skal vera upp til hvønn einstaka skúla kring landið, nær tær eru, og úrslitið skal brúkast innanhýsis til gangns fyri næmingin og ongan annan.
- Eg meti, at ein lærugrein sum nattúra og tøkni eigur at eftirmetast á ein annan hátt, og ikki sum vit hava gjørt tað í landroyndunum. So, sum eg havi skilt landstýriskvinnuna, so er ætlanin, at tað verður upp til einstaka skúlan, hvussu vit í framtíðini taka hesar royndir, og at tað verður ikki so fastlæst sum tað annars hevur verið. Tað dámar mær væl. Eisini hevði tað verið frálíkt, um bæði landroyndir og gamlar fráfaringarroyndir vóru teldutøkar hjá okkum lærarum at nýta í dagliga arbeiði okkara.
Hóast nógva neiliga orku, so hava landsroyndirnar eisini havt gagnligar avleiðingar, heldur Nita Næs.
- Møguliga eru næmingar farnir undir at læra ymiskt innan mállæru á ein meira skipaðan hátt og eisini fyrr enn teir annars plagdu. Næmingurin lærir eitt at fara til eina roynd, og hvussu ein uppførir seg í slíkari støðu. Annars, so kann alt hetta lærast og verður lært, hóast vit ikki hava landsroyndir, men tá ein lærari veit, at nú skal flokkurin skjótt til landsroynd, so verður møguliga gjørt meira við evni, ið ein við vissu veit, fer at koma fyri í eini landsroynd.
Neiligu avleiðingarnar hava tó verið sjónskari.
- At tað ikki hevur gingið við tøknini, soleiðis sum vit øll annars høvdu væntað og vónað. At næmingar ikki hava havt møguleika at rokna á pappíri, um teir ynskja tað til eina landsroynd. At einstaki lærarin ikki hevur havt loyvi at lesa fyrisøgnina í føroyskum upp fyri flokkinum, so sum hann annars plagar at gera í tímanum. Hví skal ein næmingur í Hvalba skriva eina fyrisøgn til eina landsroynd, har upplesarin lesur t.d. orðið heim sum “hoym"?
Í morgin verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um at egra frávik í ásetingini um at hava landsroyndir á hvørjum ári.