Tíðindi

Landsroyndirnar til viðgerðar á tingi

Mikudagin verður fyrsta viðgerð av løgtingsuppskoti frá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um at gera frávik frá ásetingini um at skipa fyri landsroynd.

23.10.2017

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýriskvinnan, at “ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini við landsroyndum, tí verður mælt til, at landsstýrismaðurin í ávísum førum kann víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir. Eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta og møguliga at endurskoða skipanina tøkniliga og námsfrøðiliga, herundir at orða hvat, hví og hvussu vit frameftir fyriskipa og gagnnýta eftirmetingar fólkaskúlans.”

Verður uppskotið samtykt, kemur tað í gildi frá 1. januar komandi ár. Uppskotið er sent til hoyringar hjá Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagnum, Heim og Skúla, Kommunufelagnum, Fólkaskúlaráðnum. Hoyringarskrivini vóru ikki komin, tá ið uppskotið var latið tinginum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.