Tíðindi

Landsroyndirnar í Danmark verða endurskoðaðar

Hvussu verða landsroyndirnar brúktar? Tað hevur barna- og undirvísingarmálaráðharrin í Danmark, Pernille Rosenkrantz-Theil, sett sær fyri at endurskoða. Saman við flokkunum, sum hava undirskrivað semju um fólkaskúlan, fer hon at kanna nærri, hvat fyri royndir ella kanningar kunnu verða settar í verk í staðin fyri landsroyndirnar, sum hava so ringt orð á sær.

27. september 2019

Stjórnin í Danmark fer nú undir eina drúgva tilgongd at endurskoða, hvussu royndir og kanningar í fólkaskúlanum verða brúktar. Í hesum arbeiðinum verða næmingar, lærarar, skúlaleiðslur og umboð fyri kommunur spurd, umframt ymiskur serkunnleiki á økinum og flokkarnir í Fólkatinginum, sum hava verið við í semjuni um fólkaskúlan. Ráðharrin hevur eftir eina viðgerð, sum hevur verið av málinum, gjørt av, at í løtuni verða loyvi ikki givin til royndarverkætlanir.

- Stjórnin vil taka landsroyndir í teimum yngstu flokkunum av og sum heild at endurhugsa landsroyndir ella royndir yvirhøvur í fólkaskúlanum. Ein slík endurhugsan krevur gjølla umhugsan, og at allir avvarðandi partar verða hoyrdir. Tí havi eg gjørt av, at ráðið ikki góðkennir umsóknir frá kommunum um royndarverkætlanir ella frítøku av landsroyndum. Vit vilja finna ein gott alternativ til royndirnar, sum hava verið, so skjótt til ber og seta tær í verk skjótast til ber. Henda skipanin skal fata um øll, og so nyttar tað ikki at seta nýggjar royndarskipanir í gongd samstundis, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil.

Tíggju kommunur hava seinastu mánaðirnar søkt um at sloppið undan at hava landsroyndir. Umsóknirnar um frítøku koma í kjalarvørrinum á atfinningum frá granskarum um landsroyndir.

Danska fólkaskúlalógin gevur ikki kommunum heimild at sleppa undan landsroyndum. Ráðharrin kann góðkenna frávik av reglum í lógini, um tað er í sambandi við eina royndarverkætlan ella námsfrøðiligt menningararbeiði. Tí hevur ráðið valt at viðgera fyrispurningarnar frá kommununum sum umsóknir um royndarverkætlan.

Tað er Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd (VIVE), sum hevur fingið uppgávuna at endurskoða landsroyndirnar. Í hesum sambandi er ein ráðgevingarbólkur við granskarum og skúlafólki settur at gera tilmæli. Roknað verður við, at bólkurin er liðugur við arbeiði sítt fyrst í komandi arbeiði.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.