Tíðindi
27.03.2020
Í tíðarætlanini, sum skúlarnir hava fingið, stendur, at 28., 29. og 30. apríl verða landsroyndir í føroyskum, rokning og náttúru og tøkni. Beint fyri at vanliga skúlagongdin varð løgd niður fyri tveimum vikum síðan, vóru næmingar og lærarar í nógvum skúlum í gongd við fyrireikingar til landsroyndirnar. Um landsroyndir verða í ár ella ikki, veldst, um skúlagongdin verður tikin upp aftur eftir páskir. Stjórin á Námi, sum umsitur Próvstovuna, sigur í stuttari viðmerking, at fyrr enn vit vita, hvussu skúlagongdin verður eftir páskir, verður eingin støða tikin.
- Um skúlagongdin ikki verður tikin uppaftur, verða landsroyndirnar neyvan til ásettu tíðina, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi.
Landsroyndir hava verið gjørdar 9 ferðir, fyrstu ferð í 2008; í 2017 vórðu tær avlýstar vegna tekniskar trupulleikar, og árið eftir vóru ongar royndir, tí gjørt var av ikki at taka royndirnar uppaftur, fyrr loysn varð funnin á teknisku avbjóðingunum, sum høvdu verið. Síðan 2014 hava landsroyndirnar verið talgildar.
Seinast landsroyndir vóru, mánaðarskiftið apríl-mai 2019, tóku 677 næmingar í 4. flokki og 647 næmingar í 6. flokki lut. Tað ber tíverri ikki til at samanbera úrslitið frá royndini í 2019 við undanfarnar kanningar, tí talan er um aðrar uppgávur og nýggja talgilda skipan. Í fjør var fyrsta árið, at WISEflow-skipanin var nýtt í sambandi við landsroynd.
Í Skúlablað nr 4, 2019 hevur Eyðun Gaard, stjóri á Námi, áhugaverda grein við heitinum, Landsroyndir – meiningsleys spilla av tíð, orku og peningi? Ella mennandi námsfrøðiligt amboð?
Til ber at lesa frágreiðingina frá 2019 her: