Tíðindi

Landsroyndir enn einaferð

Næmingarnir hava verið áhugaðir, og hóast gott arbeiðslag í fakinum er úrslitið av undanlandsroyndini í verra lagi. Hví velja vit at seta næmingar í hesa støðuna? Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

04.03.2019

So vóru tær aftur her: undanroyndirnar til landsroynd. Eg havi roynt eftir besta førimuni at havt eina lívliga og verkliga undirvísing í náttúru og tøkni. Vit hava verið úti í bønum og sett fellur, hugt við sjóneyku eftir ymiskum smákyktum, funnið nøvnini á teimum og lært okkum at leita í uppslagsmappuni eftir ymiskum eyðkennum.

Á sama hátt hava vit arbeitt við vatni, mátitólum, veðri og veðurmátingartólum, sólskipanini og mín sann um vit ikki eisini hava leitað eftir ymiskum livandi í vøtnum, áum og fjøru. Vit hava eisini arbeitt við tara og tarasløgum. Sum heild hevur tað gingið væl. Børnini tíma væl at arbeiða verkligt, og tað er ofta stuttligt at síggja, hvussu ymiska tilgongd næmingarnir hava til tað, vit arbeiða við.

Tað var eitt nú onkur næmingur, ið helt meg vera øra í høvdinum, tí eg troystaði mær at halda í eini seyðabløru. Tá eg so bað tey lukta og nerta við hana, var tað ikki við eins góðum huga hjá øllum næmingunum. Hóast eitt sindur at ivasemi, so haldi eg, at næmingarnir altíð hava passandi av forvitni og fáa væl burtur úr tímunum.

So eru vit komin til undanroynd í landsroynd. Førleikamálini eru rættiliga nógv, og eg haldi meg hava arbeitt væl innan fyri kjarnuøkini. Eg havi roynt at havt eina verkliga og praktiska undirvísing, soleiðis, sum vit hoyra, at skúlin treingir til, og hóast tað siti eg aftur hesaferð við einum ringum smakki í munninum eftir at hava havt fyrstu undanlandsroyndina í náttúru og tøkni.

Vit hava ikki arbeitt við høvuðsstøðum, oyggjum, fløggum og so framvegis. Vit hava arbeitt miðvíst við so nógvum øðrum. Næmingarnir hava verið áhugaðir, og hóast gott arbeiðslag í fakinum er úrslitið av undanlandsroyndini í verra lagi. Hví velja vit at seta næmingar í hesa støðuna? Vit hava undirvíst frá august til februar. Tað sigur seg sjálvt, at í einum so víttfevnandi faki er ógjørligt at náa øllum endamálsorðingunum uppá so stutta tíð.

Hvat ynskir MMR av fakinum náttúra og tøkni? Eg haldi meg vita, hvat náttúru og tøkni fakið er. Námsætlanin sigur, at eg skal stimbra hugin hjá næminginum at læra alt lívið. Kann tað gerast við at terpa býir, fløgg og aðra uttanatslæru? Eg loyvi mær at ivast! Tað er mítt størsta ynski, at onkur í MMR hyggur at manglandi samanhanginum í undirvísingini í náttúru og tøkni og tilhoyrandi landsroyndunum. Landsroyndin er lógarfest og skal takast, men so mugu vit eisini hava greiðari mál at undirvísa eftir, soleiðis at undirvísingartilfar, námsætlan og landsroynd hanga saman. Ikki fyrr enn tá fáa vit eina rættvísa og brúkbara landsroynd í fakinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.