Tíðindi

Landsroyndir aftur í apríl

Ongar landsroyndir vóru í fjør, tí tøkniligu trupulleikarnir árið fyri vóru so stórar, at royndirnar vórðu steðgaðar. Framhaldsskúlar hava havt próvtøkur í WISEflow í eina tíð, og tað hevur gingið væl. Tí verður landsroyndin flutt yvir í somu skipan.

25.02.2019

Fjórði og sætti flokkur fara til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni í vár. Royndirnar í fjórða flokki verða 29. og 30. apríl og í sætta flokki 30. apríl og 1. mai.

Á heimasíðuni hjá Próvstovuni fæst kunning um landsroyndirnar, eitt nú hvørjar leiðreglur gera seg galdandi. Har verður sagt, at skúlaleiðarin skal eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu. Allir næmingar skulu vera í FSG og hava atgongd til Wiseflow. Hetta verður gjørt við at rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum og velja Wiseflow flísina. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava loyst uppgávur í Wiseflow í góðari tíð áðrenn royndarhaldið. Skúlarnir hava fingið atgongd til uppgávur í Wiseflow, sum í innihaldi og vavi eru á sama støði, sum landsroyndirnar nú í vár. Skúlarnir skipa sjálvir, hvussu hesar royndir verða nýttar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni