Tíðindi

Landsroynd í apríl

Hvørt ár fara næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd í rokning, føroyskum og náttúru og tøkni. Í 2023 verða royndirnar 18.-20. apríl.

15.03.2023

Landsroyndirnar eru ásettar við lóg, og endamálið er at geva avvarðandi pørtum innlit í úrtøkuna hjá næmingunum.

PISA hevur ment ein hugtakskarm, sum miðar eftir at vísa, hvat tað er, sum verður kannað, og hvat ávísu uppgávurnar krevja av næmingunum. Skulu tey skjótlesa og finna upplýsingar, sum standa beinleiðis í tekstinum, skulu tey skilja meiningina við einum teksti, ella skulu tey grunda um góðsku og trúvirði av innihaldi í einari ella fleiri keldum.

Hetta setir ymisk krøv til lesføri, og hvørjar snildir eru hóskandi til ávísu uppgávuna. Við støði í hugtakskarminum hjá PISA avgjørdi Próvstovan, sum varðar av landsroyndunum, at bæði landsroyndirnar og fráfaringarroyndirnar skulu skipast eftir hesum leisti. Hetta er gjørt so líðandi frá 2020. Hugtakskarmurin vísir á ein stigvøkstur í krøvum til, hvussu næmingurin loysir uppgávuna. Karmurin býtir førleikarnar í trý fra tí minst til tað mest krevjandi. Innan fyri hvønn partin ber eisini til at hava stigvøkstur í uppgávunum. Við at hugsa uppgávurnar sambært hugtakskarminum og stigvøkstri ber til at meta um, um uppgávurnar spenna um allan hugtakskarmin, tó við flest uppgávum til “miðjuna”. Hetta er galdandi fyri allar tríggjar lærugreinarnar, sum landsroyndin umfatar.

Les meiri um landsroyndirnar her: https://snar.fo/radgevanytt/landsroynd-og-hugtakskarmur

Skrivað greinina hevur lærugreinaráðgevin í føroyskum á Námi. Greinin kann lesast í fullari longd á snar.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.