Tíðindi

Land- og sjóbreytin nógv øðrvísi enn vanligu lærugreinirnar

Fyri nøkrum árum síðan gingu skúlarnir í Sundalagnum, í Fuglafirði og á Strondum saman í eitt samstarv um 10. flokkarnar. Eitt av breytatilboðunum, sum boðið varð næmingunum, var ein land- og sjóbreyt. Hon heldur í høvuðsheitum til í skúlanum við Streymin, men nógv virksemi fer eisini fram uttangátta.

04.04.2019

Nú gongur samstarvið á triðja ári, og vit hava spurt lærararnar, ið varða av breytini, hvussu teir leggja breytina til rættis, og hvussu gingist hevur.

- Tað er altíð torført at bróta upp úr nýggjum, og land- og sjóbreytin hevur verið ein stór avbjóðing, tí hetta er so nógv øðrvísi enn at undirvísa í teimum vanligu lærugreinunum. Takið er at geva breytini eitt innihald, tí tú hevur sum so ongar lærubøkur, sum tú kanst nýta, greiða Jan Thomsen og Jens Pauli G. Nolsøe, lærarar, frá.

- Eitt er innihaldið, annað er at leggja ymisku evnini soleiðis til rættis, at tú veitst, hvussu langa tíð tú skalt nýta í sambandi við einstøku evnini. Tað krevur nakað av fyrireiking, tí okkurt evni, sum tú heldur taka ein heilan skúladag, tekur kanska styttri tíð. Eitt annað, sum hugsast skal um, er, um tað, ið arbeitt verður við, hóskar seg til næmingarnar. Okkurt, sum vit hava hildið verið viðkomandi og áhugavert, hevur kortini ikki víst seg at rigga so væl, tá ið vit hava eftirmett. Við tíðini lærir tú, hvat ið tú eigur at leggja dent á. Næmingatalið á breytini er eisini eitt, ið hugsast skal um. Fyrsta árið, vit høvdu breytina, vóru 33 næmingar, og tað var alt ov nógv. Eitt hóskandi næmingatal er 12-15 næmingar.

- Hyggja vit at tí partinum, sum hevur við sjógvin at gera, so er rættiliga umráðandi at hava ein bát. Skúlin hevur ongan bát, so vit hava loyst tann vansan á tann hátt, at vit hava leigað okkum túrar, eitt nú við bátinum Draganum. Her spælir næmingatalið aftur eitt sindur inn, tí trygdin krevur sítt. Vit hava verið frálíkar túrar á floti, t.d. í Kalsoyarfirði. Dragin er sera væl egnaður at nýta til slíkar túrar, tí til ber at undirvísa í streymi o.ø. umborð. Vit hava eisini lagt dent á, at næmingarnir læra spleysingar, ymiskar knútar, ið eru hentir at duga, ættirnar, um sjóvarfall, og hví sjóvarfall er o.s.fr. Eitt annað, sum vit hava fingið inn sum part av okkara breyt, er trygdarskeiðið. Har hava vit havt tann bókliga partin í skúlanum við Streymin og tann verkliga partin í skúlanum við Áir. Tað er ómetaliga hent at hava hetta trygdarskeiðsprógvið, sum skúlin rindar fyri, tí við tí kanst tú fara til skips.

- Næmingarnir hava eisini lært at rigga línu til, t.e. at rippa húkarnar og knýta teir í, egna stamparnar og frysta teir. Ein partur hevur eisini verið at lært at skorið flak, sum vit síðan hava etið til døgurða saman. Av øðrum, næmingarnir hava lært, kann nevnast, at teir hava lært at greipa fisk. Av tí at skúlin ikki hevur bát, hava vit keypt fisk frá Bátafiski á Eiði, sum vit so greipa her í skúlanum. Vit hava fingið greiputrø oman fyri skúlan, har fiskurin verður hongdur at ræsa. Fiskurin verður seinni seldur, og peningurin nýttur til uttanlandsferð hjá næmingunum.

Undirvísingin á land- og sjóbreytini er fimm pultstímar hvønn mánadag. Upprunaliga æt breytin bara sjóvinnubreyt, men av tí, at skúlin ikki eigur bát, var gjørt av at víðka breytina við at taka landbúnað við eisini. Tað hevur gjørt rásarúmið størri.

Á myndini Jan Thomsen og Jens Pauli G. Nolsøe, lærarar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2019


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.