Tíðindi

Lakasta úrslitið í PISA nakrantíð

Úrslitini í PISA-kanningini frá 2022 eru tey lakastu nakrantíð. Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 stigum í lesing. Hetta svarar til umleið hálvt ár av læring og trífjórðingsskúlaár í støddfrøði, sum er høvuðsøkið í PISA í ár. Innan øll økini, sum PISA kannar, er afturgongd í føroysk úrslitunum, og hon er størri enn afturgongdin fyri OECD í miðal.

05.12.2023

Føroysku næmingarnir fingu 446 PISA-stig í støddfrøði, ein afturgongd upp á 45 stig samanborið við 2018. Í lesing fingu næmingarnir 447 PISA-stig, sum er ein afturgongd upp á 11 PISA-stig, og í náttúruvísindum fingu næmingarnir eisini 447 PISA-stig, sum er ein afturgongd upp á 18 PISA-stig. KT er nýtt kanningarøki í PISA. Har vísir kanningin, at tað sýnist ikki at vera samband millum, hvussu næmingarnir fata egnar kt-førleikar og úrslitini hjá teimum í PISA í støddfrøði, lesing og náttúruvísindum.

Afturgongdin í støddfrøði svarar til meiri enn tvey floksstig síðan seinastu kanning. Í seinastu kanning var meginparturin av næmingunum á stigunum 2 og 3, harav størsti parturin ella 35 prosent var á stigi 3. Í nýggjastu kanningini er meginparturin á stigunum 1 og 2. OECD lýsir førleikastig 2 sum minstamark fyri, hvat næmingarnir skulu duga fyri at kunna taka lut fult og heilt í nútíðarsamfelagnum. Í 2018 vóru bara 12 prosent av næmingunum í Føroyum undir 2. Í 2022 er hetta ikki minni enn 37 prosent, og tað metir Ingi Højsted, lektari, sum legði støddfrøðipartin fram at vera á vandakós.

Fýra faklig innihaldsøki verða kannað í støddfrøði. Tey eru:

broyting og samanhangur

mongdir

rúm og skap

sannlíkindi og hagfrøði

Føroysku næmingarnir hava tað truplast við broyting og samanhang. Hetta økið snýr seg um at hava fatan av grundleggjandi sløgum av broytingum og at kunna lýsa og gera forsagnir um broytingar. Frægast kláraðu næmingarnir seg í fakøkinum sannlíkindi og hagfrøði, sum snýr seg um framseting og tulking av dátum.

Hugtakskarmurin í støddfrøði er broyttur í nýggjastu kanningini samanborið við undanfarnu. Fýra mannagongdir eru kannaðar; tær eru brúka, orða og tulka/eftirmeta umframt skilvís støddfrøðilig hugsan. Henda seinasta er nýggj sjálvstøðug mannagongd í 2022.

Næmingarnir hava truplast við at orða støður støddfrøðiliga, ið snýr seg um at kenna aftur støddfrøði í trupulleikum frá veruliga lívinum og at umseta teir til ein støddfrøðiligan trupulleika. Úrslitið er eitt vet frægari í mannagongdini at brúka. Besta úrslitið er í mannagongdini skilvísari støddfrøðiligari hugsan, ið m.a. snýr seg um at gera logiskar fylginiðurløgur.

Føroysk úrslitini víkja frá, bæði tá ið samanborið verður við danska úrslitið og miðal fyri OECD.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.