Tíðindi

Lønin hjá lærarum eigur at samsvara arbeiðinum, hann ger

- Í Lærarafelagnum hava vit ongantíð í míni tíð havt tað sum mál, at útbúgvingin í sjálvum sær útloysir hægri løn, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

10. mai 2019

Spurningurin hvørt tey, sum hava nomið sær eftir- ella ískoytisútbúgving, skulu hava hægri løn, samanborið við tey, sum ikki hava nomið sær serútbúgvingar, er javnan á lofti. Lærarar eru ójavnir á máli, hvørt tað er rætt at løna lærarum ymiskt. Jacob Eli S. Olsen heldur, at hesin spurningurin er einfaldur.

- Eftir mínum tykki eigur lønin hjá lærarum at vera samsvarandi arbeiðinum, hann ger. Er talan um ein lærara, sum hevur nomið sær eftir- ella ískoytisútbúgving, og viðkomandi brúkar hesa útbúgvingina í arbeiði sínum í skúlanum, so eigur tað sjálvsagt at síggjast aftur á lønini. Í felagnum hava vit ongantíð í míni tíð havt tað sum mál, at útbúgvingin í sjálvum sær útloysir hægri løn. Men tað eigur at síggjast á lønini, tá ið lærarar útbúgva seg fyri at taka við ábyrgd og serligum arbeiðsuppgávum.

Seinastu tvær samráðingarnar hevur spurningurin um lærarar, sum hava ískoytisútbúgvingar og røkja uppgávur samsvarandi teirri servitanini, teir hava, skulu fáa løn hareftir. Men enn hevur tað ikki eydnast felagnum at bera hetta fram á mál. Jacob Eli S. Olsen ivast tó ikki í, at síðsta orðið ikki er sagt um hetta.

- Skúlin hevur brúk fyri, at fólk menna sínar førleikar. Altjóða gransking staðfestir eisini, hvussu týdningarmikið tað er alla tíðina at menna sínar førleikar, og her eiga vit at fylgja við. Henda servitanin og seruppgávur eru avgerandi fyri skúlan og eiga at síggjast aftur á lønini. Tað kostar pengar, men tað er neyðugt.

Í samrøðu í seinasta Skúlablað letur landsstýriskvinnan við skúlamálum upp fyri at gagnnýta servitanina í fólkaskúlanum betur, bæði tá ið tað snýr seg um at brúka vitanina, sum lærarar ogna sær í førleikamenning og eftirútbúgving, og at løna teimum sambært útbúgvingini, teir nema sær. Jacob Eli S. Olsen hevur nomið sær ískoytisútbúgving sum støddfrøðivegleiðari. Hann kennir tí til hetta at ogna sær eina servitan og ikki sleppa at brúka servitanina í størri mun í starvinum.

- Arbeiðir tú bara nakrar fáar tímar við teirri servitanini, sum tú hevur ognað tær, verður tað bara ein viðfáningur, og tað er sera spell fyri allar partar, ikki minst fyri skúlan, sum tørvar tína vitan.

Landsstýriskvinnan við skúlamálum sigur í samrøðuni í Skúlablaðnum, at tað harmar hana, at tað ikki hevur verið ein partur av politisku ætlanini, tá ið vit fóru undir at serútbúgva fólk, at tíð og umstøður eisini verða settar av til, at tey kunnu virka innan økið í størri part av síni arbeiðstíð. Tað er tann logiska avleiðingin av eini íløgu, sum tað er at útbúgva fólk.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.