Tíðindi

Løn, stytt arbeiðsvika og ov stórir flokkar

Hetta er nakað av tí, sum Føroya Lærarafelag hevur á breddanum, tá samráðast skal við landsins myndugleikar. - Til samráðingarnar fer felagið at leggja dent á eina lønarøking, so at læraralønin stendur mát við aðrar bólkar, ið eru tætt við og í slekt við lærarayrkið, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

17.05.2022

Sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag gongur út tann 1. oktober 2022. Vit hava vent okkum til formann felagsins, Jacob Eli S. Olsen, og m.a. spurt hann, hvat nevndin sum heild leggur dent á í samráðingunum komandi heyst.

- Felagið fylgir væl við í lønar- og sáttmálaviðurskiftunum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, og sum partur av tí eisini samráðingarúrslitum. Felagið raðfestir nú sum áður til samráðingarnar lønarspurningin og arbeiðsumstøðurnar hjá limunum. Tað liggja altíð nógv ting á láni, so er spurningurin, hvat politiska leiðslan í Nesinum hevur áræði og mót til at fáa upp á pláss, sigur Jacob S. Eli Olsen.

- Hyggja vit at arbeiðsumstøðunum, so má flokslærarin hava meira tíð til sítt arbeiði, flokkarnir eru ov stórir, og lærarar undirvísa eisini alt ov nógv. Ein lærari í Føroyum undirvísir 28 tímar um vikuna, meðan ein lærari í Danmark undirvísir 25 tímar, og í Finnlandi, sum vit ofta taka fram sum ein framúr skúla, har undirvísir ein flokslærari í 1.-5. flokki 23 tímar um vikuna, meðan ein lærari í hádeildini í finskum undirvísir einans 18 tímar um vikuna. Um okkara lærarar undirvísti sama lág tímatal sum í Finnlandi, so var munandi meira orka til hvønn undirvísingartíma og dygdin hareftir, metir Jacob Eli S. Olsen.

Ov stórir flokkar

- Flokkar á 26 næmingar eru ov stórir. 20 næmingar hevði verið hóskandi, og so má tvílæraraskipanin í grunddeildin røkka longur. Hon eigur at byrja við 12 næmingum og at fata um størri part av tímatalvuni hjá næmingunum. Ein lærari kann standa einsamallur við 24 sjey ára gomlum í 1. flokki, meðan pedagogurin í dagstovninum stendur við 6 av somu børnunum undan summarfrítíðini, ella bara tveir mánaðir frammanundan. Her má skipanin broytast, men hetta er meira ein politisk avgerð enn ein spurningur, ið kann ella eigur at loysast í eini samráðing.

Eru eftirútbúgvingar og ymsar aðrar útbúgvingar, t.d. orðblindalærarar og annað, sum felagið hevur í huga at royna at fáa við í ein komandi sáttmála?

- Tørvurin á eftirútbúgvingum er stórur. Trupulleikin er fígging. Alt skal fíggjast at samlaðu játtnini til fólkaskúlan, sum ikki nógv longur enn til undirvísingina, sum er lógarbundin. Eg ivist, um hetta er ein spurningur til sáttmálasamráðingar, hetta er nokk meira ein spurningur til samlaðu landspolitisku leiðsluna. Felagið hevur skotið upp, at eftirútbúgving av lærarum verður játtað serstakt á fíggjarlógini, heldur enn at verða fíggjað í samlaðu játtanini til fólkaskúlan.

Lønarøking og stytt arbeiðsvika

Fer Føroya Lærarafelag at leggja dent á eina lønarhækkan, og er t.d. stytt arbeiðsvika við í myndini við komandi samráðingar?

- Til samráðingarnar fer felagið at leggja dent á eina lønarøking, so at læraralønin stendur mát við aðrar bólkar, ið eru tætt við og í slekt við lærarayrkið. Felagið arbeiðir saman við feløgunum í Fakfelagssamstarvinum fyri at stytta arbeiðsvikuna. Feløgini eru á einum máli um, at Løgtingið eigur at stytta arbeiðsvikuna við lóg, eins og tað var gjørt, tá arbeiðsvikan varð stytt niður í 40 tímar í 1978.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni