Tíðindi


Lítil lesihugur og vantandi forvitni

Vantandi lesiførleiki er ein forðing hjá tí einstaka og eitt vandamál fyri samfelagið. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

8. juni 2018

Tað er ikki á hvørjum degi, at kanningar, sum viðvíkja fólkaskúlanum, verða gjørdar. Men nýliga eru tvær kanningar gjørdar, sum beinleiðis og óbeinleiðis koma fólkaskúlanum við. Tann seinna er lesikanningin, sum Lesikanningarbólkurin 2017 hevur latið gera, og sum fyrstu ferð var løgd fram á aðalfundi Føroya Lærarafelags leygardagin 21. apríl í ár. Kanningin, sum er gjørd millum børn í 4., 6. og 9. flokki, vísir samanumtikið, at føroysk børn lesa alt ov lítið. Tveir triðingar av børnunum lesa als ikki ella sera lítið í frítíðini. Sjálvt um lærarar seinnu árini hava havt ein varhuga av støðuni og hava ávarað um, at orðfeingið hjá næmingunum er minkandi, so eigur hetta úrslitið at koma dátt við.

Aftan á fyrsta Pisa-hvøkkin í 2006 var av álvara farið undir at styrkja lesing í fólkaskúlanum. Fleiri tímar vóru játtaðir til byrjanarundirvísingina, lesivegleiðarar vóru útbúnir, og sum heild var meira fokus sett á lesing. Tað er einki at ivast í, at hesi átøk hava munað, men um raðfestingin var røtt ella kundi verið annarleiðis, tað vita vit av góðum grundum ikki. Sum ikki eina ferð, so er eingin eftirmeting gjørd, og vit hava onga eldri kanning at sammeta við.

Tað var tó ikki lesiførleikar, ið kanningin legði dent á, men hinvegin lesivanar, hóast hesi bæði eru nær tongd. Og, sum sagt, føroysk børn lesa ov lítið í frítíðini. Onkur kann siga: “Hvat so?” Allarhelst er tað so, at tað ber til at liva eitt gott og innihaldsríkt lív uttan í tíð og ótíð at sita við nøsini í eini bók. Men støðan er meira álvarsom enn so. Lesiførleiki er í dag so umráðandi fyri tann einstaka, at ov lítil venjing og tí vantandi lesiførleiki er ein álvarsom forðing fyri skúlagongd, útbúgving og menning annars.

Vit kunnu sammeta við tónleikanæmingin, ið trúgvur møtir við trompetini til undirvísingartíma, men ongantíð tekur trompetina fram heima við hús. Hesin verður ongantíð tónleikari, tí venjingarstøðið verður ikki nóg høgt. Næmingurin átti at lagt trompetina á hillina og heldur fingist við okkurt annað, men soleiðis er ikki við lesing. Tað ber illa til at velja lesing frá. Tá lítið og einki verður lisið í frítíðini, so verður venjingin ongantíð nóg góð, og lesiførleikin ikki nóg hollur. Vit vita t.d., at føroyskir ungdómar gevast í miðnámsskúlum í størri mun enn ungdómar í grannalondunum, og lítið er at ivast í, at tað m.a. er vantandi lesiførleiki, ið er orsøkin. Vantandi lesiførleiki er ein forðing hjá tí einstaka og eitt vandamál fyri samfelagið. Vit eru eitt fáment, men á nógvum økjum nútímans samfelag, og tá tilfeingið er avmarkað, so krevst, at øll, ið hava hegni og hug, fáa útbúgving. Tað er umráðandi, skal samfelagsmenningin halda fram.

Hin kanningin er tann, ið varð gjørd í sambandi við nógv umrøddu kringvarpssendingina, “Gud signi Føroyar”. Kanningin vísir, ikki óvæntað, at føroyingar eru eitt sera trúgvandi fólk. Tað er sum so óviðkomandi her. Men eitt úrslit í kanningini hevur áhuga í skúlahøpi, og tað er, at stórur partur av teimum spurdu ikki hevur serliga stórt álit á vísindum, í hvussu er pørtum av vísindunum. Serliga er tað menningarlæran, sum meira enn helvtin ikki metir vera eftirfarandi.

Sjálvandi eiga vit ikki at slúka øllum rátt, men tað er, sum bland er komið í, at tað ber til at brúka persónliga sannføring og sannroyndir hvørt um annað. Og tað kann gerast ein trupulleiki í undirvísingarhøpi. Um næmingar eru tortrúnir viðvíkjandi tí, sum verður mett sum haldgóð vitan, so verður tað ein forðing fyri tí forvitni, sum er grundstøði undir læring.

Lærarayrkið er at vekja lesihug og forvitni, og hetta kann í summum føri vera ein stór avbjóðing. Hinvegin, so er tað bara fólkaskúlin sum stovnur, ið kann taka uppgávuna á seg.

Oddagrein í Skúlablaðnum í juni.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.