Tíðindi
12.01.2023
Tað er hálvt triðja ár síðan, at kunngerð var lýst, sum heimilar móttøkuflokki við næmingum, sum eru fluttir til landið, har endamálið er at læra føroyskt. Kortini hevur áhugin at fara undir móttøkuflokk ikki verið stórur. Higartil er ein móttøkuflokkur í Tórshavnar kommunu og ein annar á Skálafjørðinum.
Sambært kunngerðini, sum var sett í gildi á heysti 2020, kunngerð nr 144 frá 6. oktober 2020 um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing, grein 4, kann móttøkuflokkur verða skipaður í skúlum, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk. Skúlar í somu kommunu kunnu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk. Næmingar kunnu í byrjanini hava alla ella ein part av undirvísingini í móttøkuflokki. Teir skulu so skjótt sum til ber verða partur av floksundirvísingini, men har móttøkuflokkur er skipaður, skulu næmingarnir hava møguleika at vera ein part av undirvísingartíðini í móttøkuflokki í seks mánaðir.
Næmingatalið í einum móttøkuflokki skal í minsta lagi vera 7 næmingar og í mesta lagi 12 næmingar. Næmingatalið kann vera hægri, um tveir lærarar undirvísa í flokkinum, og eisini um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi 18 næmingar. Ein móttøkuflokkur skal í mesta lagi fata um trý floksstig, men kann fata um fleiri floksstig, um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi um fimm floksstig.
Tey, sum hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum ikki hava lært føroyskt, hóast teir búgva í Føroyum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum máli og mentan. Næmingarnir kunnu vera tilflytarar, næmingar, sum búgva í Føroyum, har annað ella bæði foreldrini hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands.