Tíðindi


Lærugreinaráðgevingin tikin uppaftur

Í uppritinum um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum kemur fram, at lærugreinaráðgevingin verður tikin uppaftur. - Tað hevur verið tørvur á lærugreinaráðgevingini, síðan hon var niðurløgd, so tað fegnast vit um, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

30. januar 2018

Tá ið Føroya Skúlabókagrunnur, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð og KT-depilin vórðu løgd saman fyri nøkrum árum síðan, var lærugreinaráðgevingin at kalla niðurløgd. Føroya Lærarafelag hevur líka síðan víst á, at tað var óheppið. Nú lærugreinaráðgevingin verður tikin uppaftur, heldur formaður Føroya Lærarafelags, at størri orka átti at verið løgd í at gjørt hana munadyggari.

- Lærugreinaráðgevarnir muga hava góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at teir kundu veita lærarum holla ráðgeving. Lærugreinaráðgevarnir hava eisini stóran týdning, tá ið talan er um dagføring av námsætlanunum. Eitt sindur hugstoytt er at lesa í uppritinum, at lærugreinaráðgevar fáa “nakrar tímar um vikuna”, líkasum fyri at tálma væntanirnar. Hví ikki gera hetta ordligt, nú tá ið ráðgevingin verður tikin uppaftur? spyr Herálvur Jacobsen.

Skuldi lærugreinaráðgevingin verið nøktandi, so áttu allar lærugreinirnar at fingið lærugreinaráðgeva.

- Samanumtikið er tað eitt gott átak at seta lærugreinaráðgevar aftur. Lærugreinaráðgevin er savnandi fyri lærugreinina og eigur at ganga undan at menna og dagføra námsætlanirnar. Umráðandi er tó at ráðgevingin fær høga raðfesting.

Í uppritinum um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum stendur, at lærugreinaráðgevingin í bæði fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum verður endurskapt og víðkað. Hetta við fólki, sum eru sett sum lærarar í skúlunum, sum fáa tímar til fakráðgevingina nakrar tímar um vikuna. Tey skulu samstundis hava ein leiðandi leiklut í mun til menningina av námsætlanunum innan fyri ta ávísu lærugreinina. Til hetta kunna tey hava ein bólk afturat sær og at arbeiða upp ímóti. Málið við hesum er, at skúlin støðugt heldur seg dagførdan við tí, sum hendir innan fyri fakið. At skipað verður fyri fakligum skeiðum og møguligum vitjanum av útlendskum fakráðgevum, tá tørvur er á tí.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.