Tíðindi


Lærarin stóran týdning fyri næmingar við sálarligum avbjóðingum

Næmingar, sum hava trupulleikar av sálarligum slag, klára seg betur í skúlanum, um lærarin stuðlar teimum

26. apríl 2017

Trý av tíggju ungfólkum í Noregi gera ikki miðnámsskúlaútbúgvingina lidna. Hetta kann skjótt gerast ein samfelagstrupulleiki, ikki fara tí at ungfólkini fara at hava ilt við at finna arbeiði, men eisini tí tað kann føra til trupulleikar við heilsuni. Í RBUP, sum er ein depil fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum, er hetta ein spurningur, sum granskararnir, Solveig Holen og Åse Sagatun, gáa nógv um. Saman við Trine Waaktaar frá Universitetetinum í Oslo hava granskararnir kannað, hvønn týdning viðurskiftini millum lærara og næming hava fyri næmingarnar. Gransking, sum áður er gjørd, hevur víst, at samband er millum sálarligar trupulleikar, vánaligar karakterir og seinni fráfall frá útbúgving eftir fólkaskúla. Í eini nýggjari kanning hava granskarar staðfest, at næmingar við sálarligum avbjóðingum uppliva, at teir, samanborið við aðrar næmingar, fáa minst stuðul frá lærarum. Kanningin er gjørd av næmingum í tíggjunda flokki.

Solveig Holen heldur, at fleiri orsøkir eru til, at so er.
- Næmingar við sálarligum avbjóðingum kunnu vera meiri avbjóðandi fyri læraran samanborið við aðrar næmingar. Hinvegin kann tað eisini hugsast, at næmingar við sálarligum avbjóðingum tulka royndirnar hjá læraranum at hjálpa og stuðla neiliga, sigur hon.

Sama um orsøkin til at næmingar við sálarligum avbjóðingum halda, at teir fáa minni stuðul frá lærum, liggur hjá næminginum ella læraranum, heldur Holen, at vit eiga at geva spurninginum meiri ans, og at tað er týdningarmikið við miðvísari hjálp.
- Tað er tørvur á at bøta um fatanina hjá læraranum um næmingin, sum hevur eitthvørt at stríðast við, at honum tørvar hjálp og stuðul at megna gerandisdagin.

Hon heldur, at mangan skal ikki so nógv til, bara eitt sindur meiri av uppmerksemi og tað at tora at seta truplar spurningar. Veit lærarin ikki, hvussu hann skal gera, kann hann biðja heilsufrøðingin um hjálp.
- At fullføra miðnámsskúlaútbúgvingina hevur týdning fyri at bøta um møguleikarnar at koma á arbeiðsmarknaðin, fáa eitt gott lív og góða heilsu.

11.000 næmingar úr 10. flokki hava tikið lut í kanningini, sum norska fólkaheilsuráðið hevur latið gera.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.