Tíðindi


Lærarin og vandastøður við næmingum

Skúlar eiga at orða eina greiða mannagongd um, tá ið lærarar mugu loysa vandastøður við eitt nú næmingum við atferðartrupulleikum. Carl Eli N. Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

12. september 2017

Seinastu árini eru mannagongdir gjørdar á flestu skúlum um eitt nú umsorgan, trygd og trivnað. Greitt er orðað, hvønn leist leiðsla og lærarar skulu fylgja, tá ið slíkar støður taka seg upp.

Vit tykjast tó at mangla kjakið um, hvussu lærarar eiga at bera seg at, tá ið eitt nú ógvusligar og harðligar hendingar eru millum næmingar í skúlatíðini.

Ørkymlandi til tíðir

Ein kend støða hjá lærarum er, at tú stendur einsamallur í floksstovuni, og ein næmingur er so illsintur, at tú noyðist at fara út við næminginum. Hevur tú ikki upplivað hetta, fert tú helst at uppliva tað, og í øllum førum fert tú at síggja, at aðrir lærarar enda í hesum støðum.

Hvat er tá at gera? Er tað rætt at fara út við næminginum, meðan flokkurin er eftir við ongum lærara? Hvussu loysir tú trupulleikan, um næmingurin er harðligur við onnur børn ella teg? Og nær er rætt og neyðugt at fara til leiðsluna við næmingum?

Greitt er, at heilt greiðar mannagongdir eru ikki, tá ið slíkar støður eru. Álvarsligar hendingar í skúlanum setir ikki bert tína støðu sum lærari undir trýst, men eisini reint moralskt og sinniliga ert tú undir stórum trýsti. Tú mást nevniliga taka menniskjalig og skilagóð atlit í einum skjótum sekundi, meðan kanska aðrir næmingar og lærarar eru vitni.

Ein hent regla er, at um tú merkir, at ein næmingur er í ferð við at vera í vanda fyri seg sjálvan ella onnur, mást tú fyrst vita, um tú kanst fáa annan lærara ella vaksið fólk at hjálpa tær. Tað er altíð ein góð og rætt loysn at vera tvey. Men hetta er ikki altíð ein møguleiki hjá lærara, bæði tí kanska eingin annar vaksin er nær við, ella næmingurin longu er djúpt inni í “reyða” økinum. Tá má lærarin gera sum frægast við at verja hini, meðan hann biður næmingar fara eftir øðrum lærara.

Samstarv um greiða mannagongd

Leiðsla, starvsfólk og skúlastýri eiga í felag at orða eina arbeiðsætlan. Allir skúlar eiga sum minsta krav at hava eitt kjak og viðgera hetta evnið. Um greiðar mannagongdir verða orðaðar, so hevur lærarin í øllum førum nøkur amboð og “grønt” ljós til ymiskar loysnir.

Er ein námsfrøðingur ella stuðul knýttur at einum næmingi í einum flokki, er neyvan heilt greitt, um lærari kann loyva sær at biðja námsfrøðingin hava floksábyrgdina eina løtu, meðan tú ert burtur eina løtu og stríðist við onnur viðurskifti enn undirvísing. Í hesum ljósi eigur ein endurskoðan av stuðulsskipanini at setast í verk sum skjótast – til gagns fyri læraran, námsfrøðingin og barnið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.