Leys størv

Lærari til Skúlan í Eysturkommunu

Lærarastarv lýst leyst at seta frá 3. jan ella at byrja skjótast møguligt: 

Starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2021/2022, og setanarbrotið er fulla tíð.

Søkt verður eftir lærara, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum 

Vit vænta, at tú

ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur 
ert stundislig/ur og nærlagd/ur 
ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi 
vilt vera við til at menna eftirmetingar 
hevur góðan KT-førleika  
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
átekur tær flokslæraraleiklut í innskúling 

Førleikakrøv

Læraraútbúgving og linjulestur í føroyskum.
Royndir í føroyska fólkaskúlanum 

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Starvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo 

Umsóknarfreist: 18. novembur 2021 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070. 

Skúlin í Eysturkommunu er í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtugjógv: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 25 lærarar, 3 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.  

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.