Leys størv
Brúgvin, sum er forskúlin hjá Runavíkar kommunuskúla, søkir við hesum eftir einum lærara til skúlaárið 2022-2023 fyri lærara í farloyvi:
• 1 lærara á lønarbrot 0,75
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði forskúlans
áhaldandi vilja menna seg sjálvan og forskúlan
duga væl at samstarva og samskifta
eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Runavíkar kommunuskúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV’i og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 12.00. Til ber at senda tær til Skúlan við Løkin, Rókavegur 1, Postboks 138, 610 Saltangará ella til Hans Michael í Mittúni, hm2503v9@skulin.fo ella Duritu P. Joensen, durita.joensen@skulin.fo
Meir fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Hans Michael í Mittúni, varastjóra, á 237133 ella Duritu P. Joensen, skúlastjóra, á 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 474 næmingar, av hesum eru 35 í forskúlanum og uml. 65 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.