Leys størv
Tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi frá 01.11.2023 – 18.06.2024
Okkum tørvar lærara at undirvísa:
• hádeild í støddfrøði og lívfrøði.
• miðdeild í svimjing og ítrótti.
• kann átaka sær flokslærarauppgávuna í 10.fl.
Tann, ið sett verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virkseminum á skúlanum innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir.
Førleikakrøv: Læraraútbúgving, førleika í viðkomandi lærugreinum og svimjilæraraprógv.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2
Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til
dania.niclasen@skulin.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 01. Oktober á midnátt.
Kunning um Sørvágs skúla: sorvagsskuli.fo
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.