Leys størv

Lærarastarv í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir 1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19 vegna farloyvi.

Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í grunddeild og miðdeild.

Annars sóknast vit eftir lærara, sum kann undirvísa í: 

Føroyskum – donskum - enskum – støddfrøði - náttúru og tøkni - ítrótti – svimjing - handaverk og list – lívfrøði – kristni – søgu – landalæru.

Tann, ið settur verður skal:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Virka í professionellum lærandi felagsskapi (PLF)

Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin      04.07.18 kl. 12.00.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at serskúlatilboðnum.

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.