Leys størv

Lærarastørv til Vestmanna skúla

Til skúlaárið 2019/20 verður søkt eftir:

2 lærarar í fast starv frá 1. august 2019 at rokna
2 lærarum í tíðaravmarkað starv. Eitt av størvunum er í eindini í Dímun sum útoyggjalærari.

Tímatalið á einum av tíðaravmarkaðu størvunum verður endaliga ásett 1. september 2019.

Lýsing av skúlanum

Vestmanna skúli fevnir um bygningin á Kongsteigum, ið húsar 1.-7. flokki, meðan 8.-10. flokkur gongur í bygninginum Frammibø við ítróttarhøllina. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Vestmanna skúla.

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í mið- og hádeild í ítrótti, svimjing hjá gentum og dreingjum, náttúru og tøkni, samfelagsfrøði, landalæru, føroyskum, enskum, donskum, týskum, søgu, lívfrøði og alis og evnafrøði.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar taka ábyrgd í dagliga virksemi skúlans
eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingum
duga at samstarva
áhaldandi ynskja at menna seg sjálvan og skúlan
kunnu taka flokslæraraleiklutin á seg

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Vestmanna skúli. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-29.2.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 470100 & 230100, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.